Starvsfólk

Marita Rasmussen, stjóri

Fartlf: 739909 | t-post: marita@industry.fo

 

Marita Rasmussen er stjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í Vinnuhúsinum og stendur fyri sáttmálasamráðingum saman við nevnd felagsins.

 

Somuleiðis tekur hon sær av yvirskipaðum vinnupolitikki og vinnumennandi verkætlanum.

 

   

 

Esther Dahl, ráðgevi

Fartlf: 739908 | t-post: esther@industry.fo

 

 

Esther Dahl er ráðgevi í sambandi við sáttmálasamráðingar, lønarsáttmálar, og arbeiðsmarknaðarviðurskifti.

 

Somuleiðis er hon ráðgevi hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip og umsitur Føroya Prentsmiðjufelag og Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum.

 

 

 

 

   

Niels Winther, ráðgevi 

Fartlf: 739906 | t-post: niels@industry.fo

 

Niels Winther er ráðgevi hjá vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið og Føroya Ráfiskakeyparafelag.

 

Niels umsitir øll mál, sum viðvíkja hesum feløgum, umframt arbeiðir við ymiskum útgreiningum fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag.

   
 

Marius Thomassen, ráðgevi

 

Fartlf: 739905 | t-post: marius@industry.fo

 

Marius Thomassen er ráðgevi hjá Føroya Handverksmeistarafelag og lokalu Handverksmeistarafeløgunum um landið. Marius umsitir áhugamálini hjá feløgunum herundir ráðgeving í byggimálum, lærlingamálum v.m.

 

Marius umsitur eisini KT-felagið.
 

   
 

 

Birita Johansen, ráðgevi 

Fartlf: 739911 | t-post: birita@industry.fo

 

Birita Johansen er ráðgevi hjá vinnugreinafeløgunum Ferðavinnufelagið og Handilsvinnufelagið.

 

Somuleiðis er Birita ráðgevi hjá og samskipari av skrivstovuni hjá NATA, sum er North Atlantic Tourism Association, sum hevur skrivstovu í Vinnuhúsinum.
 

 

   
 

 

Jórun Gardar, ráðgevi 

Fartlf: 739913 | t-post: jorun@industry.fo

 

Jórun Gardar er ráðgevi hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Jórun ráðgevur í sáttmálaspurningum, umframt fyriskipar tiltøk og er samskipari innanhýsis.

 

Jórun er eisini ráðgevi vinnugreinafeløgunum Samskifti og Oljuvinnufelagnum.

 

 

   

Mikkjal Joensen, fíggjarleiðari

Fartlf: 739904 | t-post: mikkjal@industry.fo

 

Mikkjal Joensen tekur sær av øllum fíggjarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Somuleiðis hevur Mikkjal ábyrgdina av bókhaldunum hjá øllum feløgum, sum húsast í Vinnuhúsinum, umframt at hann hevur øll limaviðurskifti um hendi.

   

 

Belinda Kjærbo, skrivstovufólk

Fartlf: 739903 | t-post: belinda@industry.fo

 

Belinda Kjærbo er skrivari og hevur ábyrgdina av móttøkuni í Vinnuhúsinum. Hon hevur ábyrgd av at dagføra heimasíðu, sáttmálar, limaviðurskifti v.m., og vegleiðir eisini limum í sáttmálaspurningum.

 

Somuleiðis samskipar Belinda tiltøk fyri feløgini í Vinnuhúsinum.