Tænastur, sum Vinnuhúsið veitir
► Ráðgeving í sambandi við sáttmálaspurningar
► Ráðgeving í sambandi við setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum
► Ráðgeving til byggivinnuna
► Ráðgeving til vinnugreinafeløg og teirra limir

Limir í  Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum i Føroyum og Reiðarafelagnum fyri Farmaskip kunnu venda sær til Vinnuhúsið við sáttmála- og arbeiðsmarknaðarspurningum.  Umsitingin í Vinnuhúsinum kann sjálvandi ikki svara øllum spurningum, og har vit ikki strekkja til, kunnu vit vísa á, hvør møguliga kann hjálpa. 

Allir spurningar, sum hava prinsipiellan týdning fyri vinnuna ella ávísar vinnubólkar, verða viðgjørdir. Koma limafyritøkur út í trætur við fakfeløg ella myndugleikar um sáttmála- ella arbeiðsmarknaðarmál, ið hava almennan áhuga fyri vinnuna, tekur Arbeiðsgevarafelagið um endan og fer um neyðugt í rættin vegna limafyritøkuna.

Niðanfyri er virksemið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stutt lýst. Fleiri upplýsingar um virksemið hjá vinnugreinafeløgunum er at finna her á heimasíðuni undir einstøku feløgunum.

Leikluturin hjá Arbeiðsgevarafelagnum
Sum meginfelag fyri vinnuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av:
Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við fakfeløgini, hetta fyri at tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstri í mestan mun.
Politisk ávirkan: Vegna vinnuna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuni. Feløgini í Vinnuhúsinum eru umboðaði í ymiskum nevndum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og gera sína ávirkan galdandi, so at vinnusjónarmið vinna frama. Hettar tryggjar limum okkara, at tað eisini í framtíðini gerst liviligt hjá fólki við fyritaksemi og hugskotum. 

Kunning: Arbeiðsgevarafelagið veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið. Kunningin verður givin bæði til limirnar beinleiðis og gjøgnum føroyskar miðlar.

Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á ymiskum økjum, t.d. starvsfólkaviðurskiftum, leiðsluviðurskiftum, sáttmálaspurningum og lógum og reglugerðum á vinnuøkinum. Umsitingin í Vinnuhúsinum virkar sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, lutvíst gjøgnum samstarv okkara við arbeiðsgevarafeløg og vinnugreinafeløg í grannalondunum, útlendsk feløg og føroyskar stovnar. 
 
Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar í vinnuni: Vinnuhúsið er miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, og har verða bond knýtt millum leiðarar í privatu vinnunum - eisini tá húsið er karmur um vitjanir uttaneftir. Arbeiðsgevarafelagið setur eisini eftir tørvi arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu - mál og stevnur, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum.