Mál okkara er vælferð og vøkstur

Vinnulívið er drívmegin í okkara vælferðarsamfelag. Tað framleiðir vørur og tænastur, skapar arbeiðspláss og fremur tann vøkstur, ið elvir til vælferð og tryggjar framtíð okkara.


Arbeiðsgevarafelagið, vinnugreinafeløgini í Vinnuhúsinum og okkara stívliga 500 limafyritøkur arbeiða støðugt við at betra um kappingarførið og karmarnar hjá vinnuni. Hetta gevur øktan vøkstur og harvið eitt ríkari samfelag við rásarúmi til einstaklingin.

Vit eru í eini broytingartíð, har vit umframt fiski- og ídnaðarframleiðslu síggja alt fleiri veitingar og tænastur, sum krevja stóra vitan. Hetta krevur vælútbúgvin starvsfólk í alt fleiri liðum, og hetta krevur menning og frambrot.

Okkara vitan og førleikar er tað, sum í framtíðini skal tryggja vøkstur, og ikki bert tær rávørur, vit hava atgongd til. Og vøkstur er grundarlagið undir einum vælferðarsamfelag.