Vinnuhúsið vil ávirka framtíð okkara

Vinnuhúsið tekur lut í øllum pørtum av samfelagnum, og vit ávirka tí bæði dagin í dag og framtíð okkara. Vit skapa, savna og lata frá okkum vitan, og vit royna áhaldandi at meta um støðuna í samfelagi okkara.

 

Saman við einstøku limunum eru vit við til at seta dagsskránna í almenna kjakinum. Og í nevndum, ráðum og arbeiðsbólkum ávirka vit samfelagsgongdina og korini hjá vinnuni til frama fyri eitt liviligt samfelag.

Vinnuhúsið arbeiðir fegið saman við stórum sum smáum fyri framburði í Føroyum. Frá Tinganesi til Brússel, frá fakfeløgum til kommunustýri.