Virðisgrundarlagið

Virðir og virðisskapan
Vinnulívið veitir materiell virðir so sum vørur, tænastur og fíggjarligan vøkstur, og tað veitir eisini onnur virðir sum eitt nú tryggleika, persónligar menningarmøguleikar og tilknýti.
Vinnulívið kann ikki nøkta allan tørv hjá menniskjanum, men einki samfelag kann standa seg uttan eina lívsterka vinnu.

Uppgávan hjá vinnuni
Uppgávan hjá vinnuni er at tilvirka og bjóða fram vørur og tænastur á ein slíkan hátt, at fíggarligur vinningur liggur eftir. Vinningur kemur eigarunum og starvsfólkinum til góðar, og ger tað møguligt hjá vinnuni at gera nýggjar íløgur umframt er fortreytin fyri nýskapan í vinnuni.


Uppgávan hjá einstaka virkinum
Tað einstaka virkið kann einans uppfylla sín leiklut, um tað er framsøkið og lønandi. Endamálið er tí at framleiða og selja vørur og tænastur á munadyggasta hátt, so at virkið yvir tíð kann skapa størst møguligt yvirskot. Í einari tíð við nógv øktari kapping merkir hetta, at virkið áhaldandi skal gerast effektivari og menna sínar førleikar. Á henda hátt er vinnulívið grundstuðulin fyri nýskapan og menning í øllum samfelagnum.

Ábyrgdin hjá virkinum
Skal virksemi løna seg yvir tíð, er treytin, at umheimurin hevur álit á einstaka virkinum. Virkini vinna álit við at virka innan tær lógir og reglur, sum samfelagið setur, og við at vísa fyrilit fyri áhugamálinum hjá starvsfólkinum, kundunum og umheiminum sum heild. Innanveggja hevur virkið eina ábyrgd av trivnaði og trygd á arbeiðsplássinum, umframt av virðiligari framferð og menningarmøguleikum. Úteftir hevur virkið eina ábyrgd, sum merkir umhugsni og virðiliga framferð, millum annað í mun til umhvørvi og mannarættindi.

Ábyrgdin hjá samfelagnum
Ein fyritreyt fyri at virkini kunnu røkja sína uppgávu til lítar er, at samfelagið kennir ábyrgd av at tryggja røttu karmarnar. Vinnan trívist best í einum vælvirkandi og opnum marknaðarbúskapi, har vinnukarmarnir eru kappingarførir og á altjóða støði. Eisini er neyðugt, at samfelagskarmarnir hjá tí einstaka menninskjanum stimbra skaparaevnir, framfýsni, kapping og privatu ognarviðurskiftini.

Felags áhugamál
Samfelagið og vinnan eru so statt knýtt hvør at øðrum og bundin av felags áhugamálum. Virkini veita gjøgnum virksemi sítt sjálvt grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum og einum góðum almennum sektori. Samstundis er ein effektivur almennur sektorur og eitt dynamiskt og sosialt heilskapað samfelag ein fyritreyt fyri, at vinnan virkar væl.