Feløgini og teirra uppgávur
 
 Feløgini, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ella sum hava gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at hava skrivstovu sína í Vinnuhúsinum, eru sera ymisk í stødd og hava ymisk endamál, og tí er eisini stórur munur á virkseminum í feløgunum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag bæði fyri onnur arbeiðsgevarafeløg og einstakar arbeiðsgevarar. Høvuðsuppgávan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er:


1. Felags lønarsáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Føroya Arbeiðsgevarafelag sáttmálar við løntakarafeløgini, so at til ber at tryggja støðug viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstri í mestan mun.

 

2. Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á ymiskum økjum, t.d. sáttmálaspurningum, starvsfólkaviðurskiftum, leiðsluviðurskiftum og lógum og reglugerðum á arbeiðsmarknaðar- og vinnuøkinum.

 

3. Yvirskipaðir vinnupolitiskir karmar: Vegna vinnuna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuna. Hetta verður gjørt við at geva hoyringssvar til lógir, kunngerðir, reglugerðir og mannagongdir umframt gjøgnum umboðanini, sum feløgini hava í ymiskum nevndum. Talan er um yvirskipaðar vinnupolitiskar karmar, ikki serstakar karmar fyri ávísar vinnugreinar.

 

4. Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Felagið hevur átikið sær leiklutin at vera miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, har bond verða knýtt millum leiðarar í privatu vinnuni - eisini tá húsið er karmur um vitjanir uttaneftir.

 

5. Kunning: Arbeiðsgevarafelagið veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið. Kunningin verður givin bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar.

 

 

Vinnugreinafeløgini sum hava gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at hava skrivstovu í Vinnuhúsinum, fáast við spurningar, ið eru viðkomandi fyri teirra vinnugrein. Nevndirnar í vinnugreinafeløgunum arbeiða sjálvstøðugt við sínum málum saman við einum ráðgeva, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið teimum til taks.

 

Størri mál, sum viðkoma fleiri vinnugreinum ella allari vinnuni, verða samskipaði av umsitingini í Vinnuhúsinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.