Um Vinnuhúsið

 

Heitið Vinnuhúsið verður brúkt sum felagsnevnari fyri alt virksemi hjá feløgunum í húsinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur bygningin saman við Havnar Handverksmeistarafelag.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri dagliga rakstrinum av Vinnuhúsinum. Vinnugreinafeløgini eru sjálvstøðug feløg við egnari nevnd sum leggur karmarnar fyri virkseminum í felagnum. Feløgini arbeiða við at fremja áhugamálini hjá einstaka felagnum.

 

Vinnugreinafeløgini gjalda fyri at vera við í felags umsitingini í Vinnuhúsinum. Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur linjurnar fyri arbeiðið í Vinnuhúsinum.

Kjarnin í virkseminum hjá øllum feløgunum er at tryggja, at føroyskt vinnulív hevur teir bestu møguleikarnar fyri at kappast, mennast og framleiða. Við samráðingum og sáttmálum tryggjar Føroya Arbeiðsgevarafelag samstundis góðar og støðugar arbeiðsmarknaðarkarmar fyri vinnuna.

 

 


________
- undir feløg og vinnufeløg