Ferðavinnufelagið

 

Lóg felagsins

 


 

Ferðavinnufelagið varð stovnað sum vinnugreinafelag í Vinnuhúsinum í 2008 við tí endamáli at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál, soleiðis at ferðavinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.

 

Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, sum varð stovnað í 1995, var avtikið í  2010 og lat ognir sínar til Ferðavinnufelagið. 

 

Ferðavinnufelagið fevnir í dag breitt um alla vinnuna og røkir áhugamál limanna. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og fyrilestrum og leggur seg eisini eftir at samansjóða vinnuna við ymsum tiltøkum, sum eggja til samstarv í vinnuni.

 

Ferðavinnufelagið er sjálvstøðugt felag , sum heldur til í skrivstovufelagsskapinum í Vinnuhúsinum saman við øðrum vinnugreinafeløgum. Ferðavinnufelagið  er ikki limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, men flestu størru fyritøkurnar í felagnum eru eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

 

Birita Johansen, ráðgevi 

Fartlf: 739911 | t-post: birita@industry.fo