Lóg fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag

 

  
§ 1
Navn felagsins er FØROYA RÁFISKAKEYPARAFELAG og er heimstaður felagsins í Tórshavn.
 
§ 2
Endamál felagsins er at savna allar føroyskar ráfiskakeyparar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna.
 
§ 3
Ráfiskakeyparar kunnu gerast limir í felagnum við skrivliga at venda sær til felagið, og um nevndin játtar teimum limaskap.
 
Avgerð nevndarinnar kann av einum limi kærast fyri limfund, sum tekur endaliga avgerð.
 
§ 4
Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum.
 
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava felagslimirnir. Eitt árs eftirstøða inniber miss av atkvøðurætti.
 
Hvør limur hevur eina atkvøðu fyri hvørji byrjandi 1.000 tons av ráfiski, tó í mesta lagi 10 atkvøður.
 
Er limur eitt felag, eigur hann, ið skal útinna atkvøðurættin, áðrenn aðalfundin at prógva henda rætt fyri felagsformanninum ella fyri aðalfundinum.
 
Einans limur kann møta sum fulltrúi fyri annan lim og bert við skrivligari fulltrú frá avvarandi limi.
 
§ 5
Tann vanligi aðalfundurin verður hildin eina ferð um árið - ikki seinni enn 1. mai.
 
Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur limunum brævliga við minst 8 daga ávaring.
 
§ 6
Øll mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi. Lógarbroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan, og uppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.
 
Til at broyta felagslógirnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum og at helvtin av limunum hava atkvøtt fyri.
 
Møta ikki nóg nógvir limir á vanliga aðalfundinum, har uppskot er frammi um at broyta lógirnar ella aðra samtykt, ið krevur í minsta lagi helvtina av øllum, ið eiga atkvøðurætt, skulu atkvøða fyri, kann samtykt verða gjørd um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann slíkt uppskot verða samtykt við minst 2/3 av teimum atkvøðum, ið eru umboðaðar á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum er á fundi.
 
Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:
1. Framløga av limalista
2. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári.
4. Val av nevnd.
5. Val av grannskoðara.
6. Ymiskt.
 
Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina.
 
Um ikki formaðurin leiðir fundin, kann aðalfundin velja ein fundarstjóra.
 
Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.
Eingin kann greiða atkvøðu í egnari søk.
 
§ 7
Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt ella tá ið limir, ið umboða minst 10 atkvøður, krevja tað. Nevndin avger tíð og stað. Lýst verður til eykaaðalfund á tann hátt og so langa tíð frammanundan, sum nevndin avgerð.
 
§ 8
Í nevndini sita 3-5 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar fyri 2 ár ísenn og soleiðs, at annað hvørt ár skal veljast ávíkavist 2 og 3 nevndarlimir.
 
Umframt verður valdur 1 tiltakslimur hvørt ár.
 
Nevndin velur sjálv formann sín og næstformann. Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av hjástøddu nevndarlimum.
 
Nevndin setur kassameistara og skrivara.
 
§ 9
Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar.
 
Eingin kann verða við til av viðgera sína egnu søk. Allar avgerðir verða samtyktar eftir vanligum meiriluta.
 
§ 10
Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.
 
Roknskapur verður grannskoðaður av felagsins roknskapargrannskoðara. Rokn-skapurin fyri árið skal liggja frammi, uppgjørdur og grannskoðaður minst 14 dagar áðrenn ársaðalfundin.
 
§ 11
Hvør limur hevur skyldu til gjølla at halda felagsins lógir. Tær avgerðir, ið aðal-fundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar.
 
Um limur tí ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra hann úr felagnum uttan ávaring, og kann hann ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Áðrenn hann verður limur aftur, skal hann gjalda alla skuld sína til felagið.
 
Tvey árs eftirstøða inniber, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn hann verður limur aftur, skal hann gjalda alla skuld sína til felagið.
 
§ 12
Árliga limagjaldið er kr. 2.000 um árið. Innmeldingarlimagjaldið er kr. 2.000 kr. Inngoldið limagjald og innmeldingarlimagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, ið stendur aðalfundinum til svars, heldur at tørvur er á.
 
Skuldi felagnum verið tørvur á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin royna at útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald á hvørjum kalendarári.
 
Ognir felagsins verða varveittar á tryggan hátt í banka, sparikassa ella í lánsbrøvum.
 
Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.
 
Tekur felagið lán ella veðsetir ogn, mugu minst 4 nevndarlimir skriva undir.
 
Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella honum, ið er í hansara stað. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kann nevndin geva skrivaranum fulltrú.
 
§ 13
Siga seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við innskrivaðum brævi til felagið og við 6 mánaða ávaring, til ein 1. juli. Tó kann eingin fara úr felagnum meðan arbeiðstræta er, uttan so er, at nevndin gevur loyvi til hetta.
 
§ 14
Felagið kann verða tikið av við aðalfundarsamtykt, men einans tá ið minst 2/3 av samlaðu atkvøðunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um felagsins avtøku má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting.
 
§ 15
Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri føroyska fiskivinnu, soleiðis sum aðalfundirn tekur avgerð um.