Tekna teg sum lim

 

Felagið er skipað við A-limum og B-limum.

A-limir eru tey feløg ella einstaklingar, ið framleiða alifisk til matna.

B-limir er einstaklingar ella feløg, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til fiskaaling, t.d. veitarar til vinnuna. B-limir kunnu søkja nevndina um A-limaskap.

Einstaklingar ella feløg, sum hava aliloyvi, kunnu gerast limir í felagnum. Harumframt kunnu eisini einstaklingar ella feløg við áhuga fyri fiskaaling gerast limir við ongum atkvøðurætti.

 

Umsókn um limaskap skal sendast felagnum, og tekur nevndin avgerð um rætt til limaskap. Tó kunnu ivamál í hesum sambandi verða løgd fyri aðalfundin. 

 

Tilmeldingarskjalið kann takast niður her.