Lóg fyri Havbúnaðarfelagið

  

§1

Navn felagsins er Havbúnaðarfelagið, og fyri útheimin kann eisini brúkast navnið: Faroese Fish Farmers.
 
Endamál
§2
Endamál felagsins er at savna øll, sum hava fiskaaling sum vinnuveg, í ein felagsskap fyri at fremja tey mál, ið eru av felags áhuga fyri limirnar.
 
Limaskapur
§3
Felagið er skipað við A-limum og B-limum.
 
A-limir eru tey feløg ella einstaklingar, ið framleiða alifisk til matna.
 
B-limir er einstaklingar ella feløg, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til fiskaaling, t.d. veitarar til vinnuna. B-limir kunnu søkja nevndina um A-limaskap.
 
Einstaklingar ella feløg, sum hava aliloyvi, kunnu gerast limir í felagnum. Harumframt kunnu eisini einstaklingar ella feløg við áhuga fyri fiskaaling gerast limir við ongum atkvøðurætti. Umsókn um limaskap skal sendast felagnum, og tekur nevndin avgerð um rætt til limaskap. Tó kunnu ivamál í hesum sambandi verða løgd fyri aðalfundin.
 
Limagjald
§4
 
Til at gjalda útreiðslur felagsins til rakstur og annað, verður álíknað limunum eitt árligt limagjald grundað á talið á aliloyvum til alistøð, har framleiðsla av alifiski fer fram til matna, limurin hevur - eisini tey aliloyvi har einki virksemi er.
 
Støddin á limagjaldinum verður ásett av ársaðalfundinum og fellur til gjaldingar tann 1. juni á hvørjum ári. Tá limur skyldar meira enn eitt árs limagjald, fellur limaskapurin burtur.
 


 

Aðalfundur
§5
 
Aðalfundurin hevur hægsta vald í øllum viðurskiftum felagsins.
 
§6
 
Aðalfundurin verður hildin áðrenn 31. mai á hvørjum ári.
 
Bert A-limir kunnu atkvøða á aðalfundinum. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdar limunum í minsta lagi 14 dagar frammanundan við skrivligari fráboðan til hvønn einstakan lim. Fráboðan um aðalfund kann eisini sendast umvegis teldubræv.
 
Á aðalfundinum skulu fundarevnini vera hesi:

 

     Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.

     Framløga av grannskoðaðum roknskapi við fíggjarstøðu til góðkenningar.

     Áseting av limagjaldi komandi ár

     Val av nevnd og tiltakslimum.

     Ymiskt.

 
Aðalfundurin velur fundarstjóra, ið stýrir fundinum og ger av allar spurningar viðvíkjandi viðgerð av málum og atkvøðugreiðslum.
 
Á aðalfundinum verða allar avgerðir tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum, sí tó §§ 12 og 13
 
Øll atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga uttan so, at fundurin avgerð annan atkvøðugreiðsluhátt.
 
Fundarfrásøgn frá tí, ið fer fram á aðalfundi, verður undirskrivað av fundarstjóranum.
 
Hvør A-limur hevur eina atkvøðu fyri hvønn nevndarlim, sum skal veljast á aðalfundinum. Standast ivamál av atkvøðurætti, verða hesi avgjørd endaliga av fundarstjóranum.
 
Atkvøðurættur kann verða framdur við fulltrú. Fundarstjórin avger gildi hennara.
 
§7
 
Nevndin kann kalla inn til eykaaðalfundarsambært §6, stk. 2, tá tørvur er á tí. Tá ið limir, ið umboða tilsamans í minsta lagi 1/3 av atkvøðunum, krevja tað til viðgerðar av tilskilaðum evni, hevur nevndin skyldu at kalla inn til fundar í minsta lagi eina viku aftaná, at áheitan er komin til nevndina. Nevndin avger tíð og stað fyri eykaaðalfundin.
 
 
Val av nevnd
§8
 
Aðalfundurin velur nevnd, ið hevur tríggjar til fimm limir. Ein varðalimur verður veldur í nevndina. Afturval kann fara fram.
 
Um nevndin hevur ávíkavist 3, 4 ella 5 limir fara fyrsta árið ávíkavist tveir, tveir og tríggir nevndarlimir/varalimir frá, og næsta árið fara ávíkavist ein, tveir og tveir nevndarælimir/varalimir frá. Hvørjir teir fyrstu nevndarlimirnir/varalimirnir eru, sum fara frá, ger nevndin av við lutakasti.
 
Nevndin ger sjálv av um hon skipar seg við formanni og næstformanni. Nevndin kann veita álitisfulltrú (prokura).
 
Nevndin skal taka sær av øllum áhugamálum, sum ikki fellur undir avgerðarrætt aðalfundsins.
 
Felagið verður teknað av tveimum nevndarlimum í felag.
 
Í samband við lántøku, keyp, sølu ella veðseting av fastari ogn krevst nevndarsamtykt.
 
Nevndarfundur verður hildin, tá tørvur er á, ella tá ein nevndarlimur ynskir tað.
 
Berst nevndarlimi frá at møta á fundi, skal varalimurin boðsendast.
 
Tað sum gerst á nevndarfundi, verður ført í gerðabók, ið verður at undirskriva av øllum hjástøddum nevndarlimum umframt av ikki hjástøddum nevndarlimir við átekningini "lisið:", hetta sum tekin um, at ikki hjástaddi nevndarlimurin hevur lisið gerðabókina.
 
Aðalfundurin ásetir møguliga samsýning til nevndarlimirnar.
 
Roknskaparviðurskifti
§9
 
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
 
Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundinum valdum grannskoðara.
 
Limaskyldur
§10
 
Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.
 
Limirnir hava skyldu til at halda viðtøkur felagsins.
 
Tær avgerðir, ið verða tiknar av aðalfundi ella nevnd, eru bindandi fyri limirnar.
 
Um limir ikki vil ganga undir eina aðalfundar- ella nevndaravgerð, kann nevndin koyra hann úr felagnum.
 
Limur hevur tó rætt til at krevja nevndaravgerð umlimarætt lagda fyri fyrst komandi aðalfund felagsins, og hevur limurin á hesum aðalfundi rætt til at møta í samband við viðgerð av spurninginum um limarætt hansara.
 
Limur, ið hevur mist limarætt sín, kann bert verða upptikin aftur í felagið av aðalfundi, sum samstundis ásetir treytirnar fyri uppafturtøku.
 
§11
 
Limur kann bert siga seg úr felagnum við innskrivaðum brævi til nevndina við seks mánaða ávaring til tann 1. januar.
 
Undir arbeiðstrætu kann limur ikki siga seg úr felagnum uttan loyvi frá nevndini.
 
Broyting av viðtøkum
§12
 
Viðtøkubroytingar kunnu bert verða samtyktar av aðalfundinum. Tó kunnu viðtøkubroytingar bert verða samtyktar um greitt uppskot frammanundan er kunngjørt limunum í samband við lýsing av aðalfundi sambært §6, stk.2.
 
Til at broyta viðtøkur krevst, at í minsta lagi helmingurin av limunum, ið hava atkvøðurætt, eru umboðaðir á fundinum, og at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri..
 
Um ikki nóg nógvir limir eru umboðaðir á aðalfundinum, har uppskot um broytingar í viðtøkunum er til viðgerðar, kann nevndin boða til eykaaðalfundar sambært §6, skt.2. Á hesum fundi kann uppskot til viðtøkubroytingar verða samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum, sama hvussu nógvir limir eru umboðaðir á fundinum.
 
Avtøka av felagnum
§13
 
Avtøka av felagnum kann bert verða samtykt av aðalfundinum. Tó kann avtøka av felagnum bert verða samtykt um greitt uppskot frammanundan er kunngjørt limunum í samband við lýsing av aðalfundi sambært §6, stk. 2.
 
Til at avtaka felagið krevst, at í minsta lagi helmingurin av limunum, ið hava atkvøðurætt, eru umboðaðir á fundinum, og at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri. Um ikki nóg nógvir limir eru umboðaðir á aðalfundinum, har uppskot um avtøku av felagnum er til viðgerðar, kann nevndin boða til eykaaðalfundar sambært §6, stk. 2. Á hesum fundi kann uppskot um avtøku av felagnum verða samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum, sama hvussu nógvir limir eru umboðaðir á fundinum.
 
Aðalfundurin avgerð, hvussu ognir felagsins verða nýttar um felagið verður avtikið.