Lóg fyri Oljuvinnufelagið

 

 
§ 1
Navn, heimstaður og endamál
 
Stk. 1.
Navn felagsins er Oljuvinnufelagið (á enskum Faroe Oil Industries Association.)
Heimstaður felagsins er Tórshavnar kommuna.
 
Stk. 2.
Endamál felagsins er at savna allar fyritøkur, ið virka innan oljuvinnu til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna.
 
 
§ 2
Limaviðurskifti
 
Stk. 1. Innliman
Virkir kunnu gerast limir í felagnum við skrivliga at venda sær til felagið, og um nevndin játtar teimum limaskap.
 
Stk. 2. Útliman og burturvísing
a.   Siga seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við innskrivaðum brævi til felagið og við 6 mánaða ávaring.
b.   Tvey árs eftirstøða inniber, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn hann verður limur aftur, skal hann gjalda alla skuld sína til felagið.
 
Stk. 3. Limagjald
a.   Árliga limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið. Inngoldið limagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, ið stendur aðalfundinum til svars, heldur at tørvur er á.
b.   Skuldi felagið havt tørv á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin royna at útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald á hvørjum kalendarári.
c.   Limagjald er gjaldkomið 10 dagar eftir ársbyrjan.
 
Stk. 4. Rættindi og skyldir limanna.
a.   Hvør limur hevur skyldu til at halda felagsins lógir. Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar. Um limur ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra hann úr felagnum uttan ávaring, og kann hann ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Áðrenn hann verður limur aftur, skal hann gjalda alla skuld sína til felagið.
b.   Avgerð nevndarinnar kann av einum limi kærast fyri limafund, sum tekur endaliga avgerð.
 
 
§ 3
Aðalfundur felagsins
 
Stk. 1.                                                    
Aðalfundurin hevur hægsta ræði í felagnum.
 
 
Stk. 2.
Tann vanligi aðalfundurin verður hildin eina ferð um árið - ikki seinni enn 1. mai.
 
Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur við minst 14 daga ávaring við skrivi til limirnar.
 
Stk. 3.
Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá ið limir, ið umboða minst 1/5 av atkvøðunum, krevja tað. Nevndin ásetir tíð og stað fyri eykaaðalfundin, sum verður kunngjørdur við minst 7 daga ávaring.
 
Stk. 4.
Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:
 
         1.   Framløga av limalista.
         2.   Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
         3.   Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári.
         4.   Val av nevnd.
5.   Val av skrásettum ella góðkendum grannskoðara.
6.   Áseting av limagjaldi fyri komandi árið.
         7.   Ymiskt.
 
Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina.
 
Um ikki formaðurin leiðir fundin, kann aðalfundurin velja ein fundarstjóra.
 
Stk. 5.
Uppskot frá limunum til viðgerðar á tí vanliga aðalfundinum skulu latast felagnum í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, skulu tey verða tikin við á dagsskránna fyri fundin.
 
Stk. 6.
Hvør limur hevur eina atkvøðu. Eitt árs eftirstøða inniber miss av atkvøðurætti.
 
Persónur kann bara møta fyri lim við skrivligari fulltrú frá avvarandi limi.
 
Stk. 7.
Øll mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi. Lógarbroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan, og uppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.
 
Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.
 
 
§ 4
Nevnd felagsins
 
Stk. 1.
Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisæti við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar.
 
Stk. 2.
Í nevndini sita 5 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar. Fyrsta árið fara 2 frá, og næsta árið fara 3 frá. Hvørjir teir 2 fyrstu eru, sum fara frá, ger nevndin av.
Umframt nevndarlimir verður valdur 1 tiltakslimur hvørt ár. Nevndin velur sjálv formann sín og næstformann. Nevndin kann seta kassameistara og skrivara.
 
Stk. 3.
Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av hjástøddu nevndarlimum.
 
Stk. 4.
Nevndin er viðtøkufør, um 3 limir eru á fundi. Á nevndarfundi verða øll mál at gera av við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, ræður atkvøða formansins.
 
Stk. 5.
Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.
§ 5
Roknskapur og grannskoðan
 
Stk. 1.
Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.
 
Stk. 2.
Roknskapur verður grannskoðaður av felagsins roknskapargrannskoðara. Roknskapurin fyri árið skal vera uppgjørdur og grannskoðaður áðrenn ársaðalfundin.
 
 
§ 6
Ábyrgdarviðurskifti
 
Stk. 1.
Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella honum, ið er í hansara stað, ella tveimum nevndarlimum saman. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kann nevndin geva skrivaranum fulltrú.
 
Stk. 2.
Tekur felagið lán ella veðsetir ogn, mugu minst 2/3 av nevndarlimunum skriva undir.
 
Stk. 3.
Limir felagsins ábyrgjast á ongan hátt persónliga fyri fíggjarligu skyldum felagsins.
 
 
§ 7
Broytingar í viðtøkum og avtøka felagsins
 
Stk. 1.
Til at broyta felagslógirnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum, og at helvtin av øllum limunum hava atkvøtt fyri.
 
Møta ikki nóg nógvir limir á vanliga aðalfundinum, har uppskot er frammi um at broyta lógirnar ella aðra samtykt, ið krevur at í minsta lagi helvtin av øllum, ið eiga atkvøðurætt, skulu atkvøða fyri, kann samtykt verða gjørd um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann slíkt uppskot verða samtykt við minst 2/3 av teimum atkvøðum, ið eru umboðaðar á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum er á fundi.
 
Stk. 2.
Felagið kann verða tikið av við aðalfundarsamtykt, men einans tá ið minst 2/3 av samlaðu atkvøðunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um felagsins avtøku má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting.
 
Stk. 3.
Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri vinnuliga menning, soleiðis sum aðalfundirn tekur avgerð um.