Ráðgevarafelagið
 
 

 
Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál. Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.
 
Eitt av týdningnarmestu málunum, sum felagið ætlar at taka upp beinanvegin er, at fáa samband við almenna byggiharran um, hvørji viðurskifti skulu vera galdandi, tá byggiverkætlanir verða skipaðar. Ráðgevarafelagið heldur, at tað er av alstórum týdningi, at føroyskar fyritøkur fáa javnbjóðis høvi at bjóða seg fram ájavnt við útlendskar fyritøkur. Dømi eru um útbjóðingar har føroyskar ráðgevandi fyritøkur ikki hava fingið javnbjóðis møguleikar.
 
 
Marita Rasmussen, ráðgevi
Fartlf: 739909 | t-post: marita@industry.fo