Viðtøkur fyri Samskifti

 

Navn og heimstaður
§ 1
Navn felagsins er Samskifti og heimstaður tess er Tórshavn.
 
 
Endamál
§ 2
Endamál felagsins er at savna føroysku sniðgávu- og samskiftisvirkini og taka sær av teirra yrkisligu og felagsligu áhugamálum.
 
 
Limir og limaskapur
§ 3
Limir í felagnum kunnu gerast øll virki, sum starvast innan samskiftisráðgeving, grafiska sniðgeving og lýsingarsmíð og hvørs leiðsla má haldast at hava neyðuga fakliga útbúgving og/ella arbeiðsroyndir.
 
Umsókn um limaskap verður latin nevnd felagsins. Í umsóknarskjalinum skal umsøkjarin við undirskrift vátta at fylgja viðtøkum felagsins, sum tær til eina og hvørja tíð eru. Saman við umsóknini skulu vera teir upplýsingar, sum eru neyðugir fyri viðgerð av umsóknini. Nevndin kann gera serstakt umsóknarblað og kann biðja um allar teir upplýsingar, sum nevndin metir neyðugar fyri at viðgera upptøkuna. Nevndin tekur avgerð um upptøku av nýggjum limum. Noktar nevndin umsókn um limaskap, kann viðkomandi leggja málið fyri fyrstkomandi aðalfund felagsins.
  
 
 
§ 4
Limaskapurin heldur uppat um:
 
·        limur meldar seg út sambært § 5,
 
·        limur verður koyrdur úr felagnum, sambært § 16.
 
 
§ 5
Melda seg úr felagnum kann eingin uttan við skrivligari fráboðan og við 1 mánaða freist.
 
 
Fíggjarviðurskifti felagsins
§ 6
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
 
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum á aðalfundinum valdum grannskoðara.
 
Ársaðalfundurin ásetur fyri hvørt ár limagjald.
 
Fyri limir, sum gerast limir í roknskaparárinum, verður lutfallsligt limagjald roknað.
 
Beinanvegin eftir ársaðalfundin krevur nevnd felagsins limagjaldið inn. Frá limum, sum gerast limir eftir hetta, krevur nevnd felagsins beinanvegin lutfallsligt limagjald inn.
 
Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.
 
 
Nevnd felagsins
§ 7

Í nevndini sita 3-4 limir. Limirnir sita í 1 ár í senn. Valt verður millum limir felagsins á hvørjum aðalfundi.

 
Nevndarlimirnir skulu vera eigarar ella stjórar í limafeløgunum, ella persónar, sum hesi skjóta upp.
 
Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.
 
Verður talið av nevndarlimum minni enn 3 og eru meira enn 2 mánaðir til næsta aðalfund, skal nevndin kalla til eykaaðalfundar at velja nýggjar nevndarlimir fyri teir.
 
 
§ 8
Nevndarfundur verður hildin tá ið formaðurin, ella ein annar nevndarlimur ynskja tað.
 
Í nevndini verða avgerðir tiknar við vanligum meirluta. Nevndin er bert viðtøkufør um í minsta lagi tveir nevndarlimir eru møttir.
 
 
Tekningarregla
§ 9
Formaðurin ella skrivari felagsins tekna felagið í sambandi við vanliga raksturin. Formaðurin kann lata øðrum nevndarlimi hesa heimild.
 
Tó verður felagið teknað av tveimum nevndarlimum, tá tað kemur til óvanligar dispositiónir.
 
 
Aðalfundir felagsins
§ 10
Ársaðalfundir felagsins skulu haldast áðrenn apríl mánaður er úti. Nevndin boðar til aðalfundar við freist uppá í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 28 dagar, hetta við skrivi til hvønn lim. Fundarskráin skal tilskilast í fundarfráboðanina.
 
Á ársaðalfundinum skulu evnini verða hesi:
 
1.      val av fundarstjóra,
 
2.      frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári,
 
3.      framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar,
 
4.      avgerð um nýtslu av yvirskoti, ella rindan av halli, sambært góðkenda roknskapinum,
 
5.      val av nevndarlimum,
 
6.      val av grannskoðara,
 
7.      innkomin mál og ymiskt.
 
 
§ 11
Eykaaðalfundur verður hildin eftir avgerð nevndarinnar, ella eftir áheitan frá í minsta lagi trimum av limunum.
 
Áheitan um aðalfund skal tilskila hvørji mál ynskjast viðgjørd á aðalfundinum.
 
Nevndin skal kalla til eykaaðalfundar sambært § 10, stk. 1 innan 14 dagar eftir at áheitanin er komin til nevndina.
 
 
§ 12

Á aðalfundum hevur hvørt felag atkvøðurætt samsvarandi hesum mørkum:

 

1 atkvøða, tá er um 1-3 ársverk.

 

2 atkvøður, tá talan er um 4-9 ársverk

 

3 atkvøður, tá talan er um 10 og meira ársverk.

 

 

Ársverk verður gjørt upp sambært seinasta tøka ársrokniskapinum hjá liminum. Fyriliggur ársrokniskapur ikki, skal limurin lata grannskoðara felagsins nøktandi skjalaprógv til uppgerð av ársverkum. Limir, sum ikki hava goldið limagjald sambært skrivligum kravi frá felagnum, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi.

 
 
§ 13
Á aðalfundi verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta, uttan so at hesar viðtøkur áseta annað.
 
Til avgerð um at broyta hesar viðtøkur, ella at avtaka felagið krevst at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og at í minsta lagi 2/3 av møttum limum atkvøða fyri.
 
Atkvøða í minsta lagi 2/3 av møttum limum fyri, men eru ikki 2/3 av limum felagsins á fundi, verður beinanvegin kallað til eykaaðalfund, sum skal haldast innan 28 dagar eftir fyrra fundin.
 
Á seinna fundinum kann avgerð takast um 2/3 av møttum limum atkvøða fyri, líkamikið hvussu nógvir eru møttir.
 
 
§ 14
Allar atkvøðugreiðslur á aðalfundum skulu vera skrivligar um ein limur krevur tað.
 
 
§ 15
Á hvørjum ársaðalfundi verður ein roknskapargrannskoðari valdur.
 
Starv hansara stendur við til aðalfundurin hevur valt nýggjan grannskoðara.
 
 
Úrkoyring
§ 16
Um ein limur ikki heldur viðtøkur felagsins harundir ikki rindar limagjald, kann nevndin geva honum eina skrivliga ávaring.
 
Um ein limur – hóast givna skrivliga ávaring – ikki heldur viðtøkur felagsins harundir ikki rindar limagjald, kann nevndin koyra limin úr felagnum. Um limur gjøgnum sitt virksemi skaðar umdømi hjá Samskifti ella limi kann nevndin koyra haann úr felagnum.
 
Tekur nevndin avgerð um at koyra ein lim úr felagnum, kann viðkomandi limur leggja málið fyri eykaaðalfund, sum nevndin hevur skyldu at kalla til, um viðkomandi limur setir fram áheitan um hetta.
 
Á hesum eykaaðalfundi hevur viðkomandi limur ikki sjálvur atkvøðurætt.
 
 
Avtøka
§ 17
Verður felagið avtikið, skal ogn felagsins verða nýtt til at menna føroyska sniðgávu- og samskiftisvinnu, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.
 
 
 
Hesar viðtøkur eru seinast broyttar á ársaðalfundi tann 10 / 09  2009.
Hesar viðtøkur eru seinast broyttar á ársaðalfundi tann 06 /  09 2012.
 
 
 
 
Fundarstjóri:
 
Gordon Rajani
 
 
Nevndin:
 

Niels Arge Galán, form.

 

Michael Koba, næstform.

 

Jan Berg Jørgensen