Vinnunám - Skeið og tiltøk Vinnuhúsins

Vinnuhúsið ynskir at økja um tænastustøðið til limirnar og bjóðar tí skeið og tiltøk undir heitinum Vinnunám. Endamálið er at vera við til at økja um fakliga førleikan hjá fyritøkum – bæði á leiðslustøði, men eisini innan ítøkiligar partar av gerandisdegnum á eini fyritøku.

 
Vinnunám bjóðar eftir tørvi fram kunningardagar og  skeið. Endamálið er at taka evnir fam, sum eru viðkomandi fyri vinnuna. Uttan mun til um talan er um skeið, kunningardag ella netverk er tað av stórum týdningi, at tiltøkini eru dygdargóð, beinrakin og viðkomandi fyri vinnuna.