§ 1
Navn felagsins er Ferðavinnufelagið og heimstaður felagsins er Tórshavn.
§ 2
Endamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at ferðavinnan vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.
§ 3
Umsóknir um limaskap skulu sendast nevndini, sum tekur støðu til umsóknina. Avgerð nevndarinnar kann kærast fyri aðalfund, sum tekur endaliga avgerð.
§ 4
Limirnir hava skyldu at halda viðtøkur felagsins. Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar.
Um limur ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra viðkomandi úr felagnum uttan ávaring, og kann hesin ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Henda avgerð kann tó kærast til aðalfundin, sum tekur endaliga støðu.
Tvey árs eftirstøða inniber, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn limaskapurin kann fáast aftur, skal øll skuld til felagið verða goldin.
Um limir melda seg úr felagnum skal hetta gerast skrivliga við 3 mánaða freist til tann 1. januar.
§ 5
Árliga limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið. Inngoldið limagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, heldur, at tørvur er á tí.
Skuldi tað í felagnum verið tørvur á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald.
Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.
Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella við undirskrift frá tveimum nevndarlimum. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kann nevndin geva skrivara/samskipara fulltrú.
Tekur felagið lán ella veðsetir ogn, mugu minst 2/3 av nevndarlimunum skriva undir.
§ 6
Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at viðtøkur og samtyktir felagsins verða hildnar. Allar avgerðir á nevndarfundum verða samtyktar við vanligum meiriluta.
§ 7
Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum.
Limir við bert einum ársverki hava eina atkvøðu. Limir við meira enn einum ársverki hava eina atkvøðu fyri fyri hvørjar 2.000 kr. í limagjaldi. Eingin limur kann hava meir enn 10 atkvøður.
Eftirstøða í limagjaldi inniber miss av atkvøðurætti.
Limur kann geva øðrum limi skrivliga fulltrú at umboða seg á aðalfundinum.
§ 8
Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári - ikki seinni enn 1. november.
Lýst verður til vanliga aðalfundin minst 14 dagar frammanundan. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, og avgerð á hvønn hátt hann verður lýstur.
Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:
- Val av fundarstjóra
- Framløga av limalista
- Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári.
- Val av nevndarlimum og eykalimum
- Val av grannskoðara.
- Áseting av limagjaldi fyri komandi árið.
- Ymiskt.
Allar samtyktir á aðalfundinum skulu skrivast í gerðabókina.
§ 9
Øll mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi. Viðtøkubroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um broytingina er sett fram frammanundan, og uppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.
Har ikki annað er tilskilað í viðtøkunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.
Til at broyta viðtøkur felagsins krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum, og at minst helvtin av øllum limunum eru umboðaðir á aðalfundi.
Er vanligi aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður kallað til eykaaðalfund sambært ásetingunum í grein 12. Á eykaaðalfundinum kann slíkt uppskot verða samtykt við minst 2/3 av greiddu atkvøðunum, hóast minni enn helvtin av limunum eru umboðaðir á fundi.
§ 10
Á hvørjum aðalfundi kann hvør yrkisgrein velja eitt ella fleiri umboð, sum vísa til nevndina og eru ráðgevandi hjá nevndini í spurningum, ið viðvíkja ymsu yrkisgreinunum.
Stk. 2. Um umboð ikki verða vald á aðalfundinum, kann nevndin seta hesi umboð seinni.
Stk.3. Nevndin kann gera starvsskipan fyri umboðini.
§ 11
Í nevndini sita 3 ella 5 limir, ið verða valdir millum limir felagsins.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn, soleiðis at annað hvørt ár stendur 1 (2) og annað hvørt ár 2 (3) limir fyri vali.
Harumfamt verður 1 tiltakslimur valdur á hvørjum ári.
Nevndin skipar seg sjálv. Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av hjástøddu nevndarlimunum.
§ 12
Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið í minsta lagið 2 nevndarlimir ella limir, ið umboða minst 1/5 av atkvøðunum, krevja tað. Nevndin ásetir tíð og stað fyri eykaaðalfundin, sum verður kunngjørdur við minst 7 daga ávaring
§ 13
Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.
Roknskapurin verður grannskoðaður av felagsins grannskoðara.
§ 14
Felagið kann verða avtikið við aðalfundarsamtykt eftir somu ásetingum, sum eru galdandi í sambandi við viðtøkubroytingar.
§ 15
Verður felagið avtikið, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri ferðavinnuna, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.
- 0 -
Viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi 31. oktober 2008.
Broytingar eru samtyktar á aðalfundi 30. oktober 2009.
Seinni broytingar samtyktar á aðalfundi 7. mai 2013.
Broytingar eru samtyktar á aðalfundi 22. september 2023.
Viðtøkurnar eru seinast broyttar á aðalfundi 4. oktober 2024.