Skipanin við einkarinnkeypi gjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins er tarnandi fyri vinnuna og hevur ongan tilverurætt í mun til rúsdrekkanýtsluna hjá vanliga brúkaranum. Ferðavinnufelagið ynskir tí, at myndugeleikarnir strika innkeypsmonopolið í rúsdrekkalógini.
Ongastaðni í londunum kring okkum, eru fortreytirnar hjá matstovuvinnuni at keypa inn so vánaligar sum í Føroyum. Í fleiri norðurlondum er einkarsøla, men tey hava ikki einkarinnkeyp. Har hava loyvishavarar møguleika at keypa inn frá øðrum enn einkarsøluni. Núverandi støða við einkarinnkeypi er tarnandi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni, sum frammanundan er ein útreiðslutung vinna.
Hugsa vit um rúsdrekkanýtsluna hjá endabrúkaranum, ger tað ongan mun, um ein matstova keypir frá eini heilsølu, Rúsdrekkasølu Landsins ella innflytir sjálv. Í so máta broytist einki fyri vanliga brúkaran. Einkarsølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins fer at halda fram sum higartil. Tískil er einki til hindurs fyri at avtaka einkarinnkeyp á øllum vørubólkum, uttan mun til vøruslag ella rúmprosent.
Innflutningurin og innkeypið gjøgnum Rúsdrekkasøla Landsins er ein fløskuhálsur hjá matstovuvinnuni í mun til at reka skynsaman matstovurakstur, og vinnan ynskir tískil sjálv at standa fyri innkeypinum á bæði øl, víni og sterkari rúsdrekka, soleiðis at hon kann tryggja eitt gott og høgt tænastustøði á øllum økjum.
Tað hevur stóran týdning, at føroyskar matstovur hava møguleika at keypa inn á vanligum handilsligum grundarlagi. Ferðavinnan er í grundini ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands. Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava við einkarinnkeypi av rúsdrekka.
Føroyska matmentanin fær í dag altjóða viðurkenning í kappingum og úrtøkum uttanlands, eins og hon í dag verður vird á ein hátt, vit ikki kundu droymt um fyri bert fáum árum síðani. Tað er í stóran mun váðafýsni, áræði og slóðbrótaraanda at takka, at vit nú eru í hesi støðu. Neyðugt er tískil at skapa karmar fyri, at hesin eldhugur framhaldandi kann spíra og nørast - ikki bara í Havn, men kring allar oyggjarnar.
Inntøkugrundarlagið hjá matstovum kring landið er spinkult, og neyðugt er at tryggja frítt innkeyp til loyvishavarar, soleiðis at matartilboðini kring landið kunnu fjølgast og fjøltáttast.
Ferðavinnufelagið ynskir tí at fáa burt hesa óneyðugu forðing og avtaka einkarinnkeypið hjá Rúsdrekkasølu Landsins, sum fastheldur matstovuvinnuni í eini óneyðugari spennitroyggju, sum ikki er til gagns fyri nakran.