§ 1
Navn, heimstaður og endamál
Navn felagsins er Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Heimstaður tess er Tórshavnar kommuna.
§ 2
Felagið er meginfelag fyri arbeiðsgevarasamskipanir og fyri einstakar arbeiðsgevarar.
§ 3
Endamál felagsins er við samanhaldi:
at fremja og styrkja áhugamál arbeiðsgevaranna,
at ávirka neyðugar altjóða og innlendis avgerðir innan almenn arbeiðsmarknaðar- og vinnupolitisk øki føroyskum fyritøkum at gagni,
at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum eftir meting nevndarinnar gagna føroyskum fyritøkum,
at tala søk arbeiðsgevaranna mótvegis almennum myndugleikum,
at standa fyri og luttaka í sáttmálasamráðingum við feløg arbeiðstakaranna,
at gera sítt til at varðveita góð viðurskifti við feløg arbeiðstakaranna og vera við til, at trætumál ímillum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, har hetta ber til, verða avgjørd á friðarligan hátt,
at verja leiðslurættin og friðarskylduna.
§ 4
Limir og limaskapur
Limir í felagnum kunnu gerast:
a) Arbeiðsgevarasamskipanir
b) Partafeløg, smápartafeløg, sjálvstøðug vinnurekandi og líknandi løgfrøðiligar eindir
Skrivlig umsókn um limaskap skal sendast felagnum, sum tekur støðu til umsóknina. Nevndin ger reglugerð hesum viðvíkjandi.
Til ber at leggja mál um noktaðan limaskap fyri næstkomandi aðalfund felagsins, sum avger málið.
§ 5
Allir limir í felagnum vátta við undirskrift at fylgja lógum felagsins, sum tær til eina og hvørja tíð eru.
Innan fyri virkisvídd felagsins eru limirnir skyldugir at fylgja fyriskipanum felagsins.
Arbeiðsgevarasamskipanir, sum eru limir, hava skyldu at tryggja, at lógir ella viðtøkur hjá arbeiðsgevarasamskipanini ikki eru í stríð við lógir Føroya Arbeiðsgevarafelags.
Eisini hava arbeiðsgevarasamskipanir, sum eru limir, skyldu at geva boð frá Føroya Arbeiðsgevarafelag víðari til limir teirra.
§ 6
Fíggjarviðurskifti felagsins
Hvør limur greiðir eitt av nevndini ásett árligt limagjald, sum í mesta lagi er 2,75‰ av allari A-inntøku, limurin hevur útgoldið í Føroyum í farna álmanakkaári. Nevndin ásetur tó eitt minstagjald.
Limagjaldið er grundað á útgoldnar lønir, undantiknar lønir til stjórn og nevnd, undanfarna álmanakkaár.
Limur, sum er limur gjøgnum eina arbeiðsgevarasamskipan, rindar umvegis arbeiðsgevarasamskipanina tríggjar fjórðingar av omanfyri ásetta limagjaldi til Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Gerst felag limur í árinum, verður limagjaldið roknað lutvíst í mun til, hvat eftir er av árinum, tó í minsta lagi minstagjaldið.
Allir limir hava skyldu til at uppgeva til felagið, innan 15. februar, hvussu nógv er útgoldið í A-inntøku undanfarna ár. Verður hetta ikki upplýst, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag heimild at áseta limagjald grundað á upplýsta A-inntøku árið fyri. Tá Føroya Arbeiðsgevarafelag fær røttu upplýsingarnar, verður limagjaldið javnað.
Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum á aðalfundinum valdum løggildum/ríkisgóðkendum grannskoðara.
§ 7
Aðalfundur felagsins
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Rætt at koma á aðalfund hava allir limir, bæði beinleiðis limir og limir umvegis arbeiðsgevarasamskipan.
Ein og hvør, sum hevur rætt til at koma á aðalfund, kann umboða annan við sama fundarrætti, um hann hevur fingið skrivliga fulltrú til tess.
§ 8
Vanligur aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í seinasta lagi 30. juni. Innkalling til aðalfund verður send hvørjum limi við telduposti í minsta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, tó í mesta lagi 5 vikur áðrenn aðalfundin, til teldupostaddressu, sum limurin sjálvur hevur ábyrgdina av at upplýsa og dagføra yvirfyri felagnum. Limur, sum hevur biðið um tað, fær innkallingina sendandi við posti. Í innkallingini skal standa, hvør stendur fyri vali, og hvør verður skotin upp til nevndarlim.
Mál at leggja fyri aðalfundin, heruppií møgulig uppskot til nevndarlim, skulu vera nevndini í hendi 2 vikur áðrenn aðalfundin. Kunning um innkomin mál verður send limunum í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.
Á aðalfundinum skal limalisti og atkvøðubýti millum limirnar verða til taks.
Á dagsskrá til hin vanliga aðalfundin skal vera:
1. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
3. Val av nevnd
4. Val av løggildum/ríkisgóðkendum grannskoðara
5. Møgulig innkomin mál
6. Ymiskt
Aðalfundurin verður stýrdur av fundarstjóra, sum nevndin velur.
Allar avgerðir verða samtyktar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum. Undantiknar eru tó samtyktir eftir greinunum 14 og 15.
Fundarbók, ið verður undirskrivað av fundarstjóranum, verður førd á aðalfundinum.
Hvør limur hevur eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 1.000 krónur í goldnum limagjaldi til Føroya Arbeiðsgevarafelag, beinleiðis ella umvegis arbeiðsgevarasamskipan. Atkvøðurætturin verður útintur av teimum einstøku limunum beinleiðis, og greiða arbeiðsgevarasamskipanir ikki atkvøðu sum slíkar.
Limir, sum ikki hava goldið limagjald undanfarna ár, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi.
§ 9
Eykaaðalfundur verður hildin, tá í minsta lagi 2 nevndarlimir ella limir, sum umboða annaðhvørt 10 við fundarrætti ella 10% av atkvøðunum, krevja tað. Innkalling fer fram á sama hátt og við somu freistum, sum til vanligan aðalfund.
§ 10
Nevnd felagsins
Í nevndini sita 9 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar fyri 3 ár í senn soleiðis, at hvørt ár verða valdir 3 limir.
Miðað eigur at vera eftir, at nevndarlimir umboða tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.
Afturval er loyvt.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni og ger eftir tørvi starvsskipan fyri nevndararbeiðið, heruppií skipan fyri sáttmálasamráðingar.
Nevndin kann seta stjóra til dagligu leiðslu felagsins.
Formaðurin og stjórin tekna hvør sær felagið í sambandi við vanliga raksturin. Formaðurin kann lata øðrum nevndarlimi hesa heimild.
Til at binda felagið útyvir vanliga raksturin, herundir at upptaka lán, at seta í veð, at selja ella keypa fasta ogn, krevst nevndarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av nevndarformanni, stjóra ella tveimum nevndarlimum í felag.
Nevndin hevur fund eftir tørvi, tó í minsta lagið fýra ferðir um árið.
Førd verður gerðabók yvir nevndarfundirnar.
Nevndarlimir hava rætt til ferðaendurgjald og fundarpening eftir vanligu almennu reglunum.
Metur nevndin tað neyðugt, kann nevndarlimur ístaðin fyri fundarpening fáa fasta samsýning við støði í mettari arbeiðsbyrðu.
§ 11
Úrmelding
Melda seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við skrivligari fráboðan og við 6 mánaða freist. Tó kann eingin fara úr felagnum undir arbeiðstrætu, sum limurin beinleiðis ella óbeinleiðis er partur av.
§ 12
Úrkoyring
Nevndin hevur, tá hon samtykkir hetta, rætt at koyra lim úr felagnum, hevur hesin ikki goldið eftirstøður av limagjaldi sínum innan 6 mánaðir eftir gjalddag, ikki aktað boð felagsins ella á annan hátt ikki hildið skyldur sínar mótvegis felagnum.
Úrkoyrdur limur kann leggja avgerð um úrkoyring fyri aðalfundin til avgerðar.
Felagið kann krevja endurgjald frá limi, um felagið hevur verið fyri fíggjarligum tapi orsakað av omanfyri nevndu brotum.
Felagið kann harafturat áleggja limum bót. Bótin verður ásett við støði í brotinum og í limagjaldinum hjá liminum.
Avgerðir um endurgjald og bót eftir hesi grein kunnu innan 6 vikur eftir, at avgerðin er tikin leggjast fyri gerðarrætt, sambært grein 13.
Úrkoyring loysir tó ikki limin frá gjaldskyldu síni.
Úrkoyrdur limur, kann ikki gerast limur aftur, fyrrenn tey viðurskifti, sum vóru orsøk til úrkoyringina, eru fingin í rættlag.
§ 13
Gerðarrættur
Trætumál millum felagið og lim kann leggjast fyri gerðarrætt.
Í gerðarrættinum eru tveir limir, annar valdur av felagnum og hin av liminum, umframt ástøðumann, sum partarnir velja í felag. Semjast partarnir ikki um ástøðumann, verður hesin tilnevndur av Føroya Rætti.
Avgerðin hjá gerðarrættinum er endalig og kann ikki verða løgd fyri Føroya Rætt. Lóg um gerðarrætt er galdandi.
§ 14
Lógarbroytingar
Lógir felagsins kunnu verða broyttar á aðalfundi felagsins, um tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri.
§ 15
Avtøka av felagnum
Felagið kann verða tikið av eftir samtykt á tveimum aðalfundum, har tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri. Tað mugu í mesta lagi vera lidnar 4 vikur fundanna millum.
Ogn felagsins skal, verður felagið tikið av, verða nýtt at menna føroyska vinnu, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.
________________________________________________
Samtyktar á eykaaðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 5. september 2008
- § 6 og § 10 broyttar á aðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 1. juni 2011
- § 6 og § 8 broyttar á eykaaðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 30. oktober 2014
- § 10 broytt á eykaaðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 27. oktober 2017
- § 6 og § 8 broyttar á aðalfundi í Føroya Arbeiðsgevarafelag 30. august 2021