Tekna teg sum lim

Limir í felagnum kunnu gerast

  1. Arbeiðsgevarasamskipanir
  2. Partafeløg, smápartafeløg, sjálvstøðug vinnurekandi og líknandi løgfrøðiligar eindir

    Skrivlig umsókn um limaskap skal sendast felagnum, sum tekur støðu til umsóknina.





Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum

Um limaskap í Arbeiðsgevarafelag

Fyrimunir við limaskapi

Limaskapur í einum arbeiðsgevarafelag merkir, at fyritøkan hevur rætt til allar tær tænastur sum arbeiðsgevarafelagið veitir. Hetta er m.a. ráðgeving um sáttmála- og lønarspurningar, um setanir, uppsøgnir og líknandi starvsfólkamál og um arbeiðsmarknaðarlóggávu. Harafturat átekur arbeiðsgevarafelagið sær at loysa mál, sum kunnu koma í millum fakfeløg og einstakar arbeiðsgevarar. Arbeiðsgevarafeløg fara eisini í rættin vegna limir í prinsippiellum málum innan sáttmálaøki hjá felagnum.

Á heimasíðuni hjá felagnum www.industry.fo eru sáttmálar, lønartalvur og ymiskar vegleiðingar til sum limafyritøkur hava atgongd til. Somuleiðis skapilónir at brúka til setanarprógv og uppsagnarskriv.

Limaskapur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagnum fyri Farmskip, Føroya Prentsmiðjufelag og Arbeiðsgevarafelagnum fyri Fíggjarstovnar í Føroyum gevur tryggar karmar og greiðar fyrimunir fyri virkir.

Ein partur av limaskapinum er hjálp við truplum málum innan sáttmálar og arbeiðsmarknaðarøkið. Limir í Arbeiðsgevarafelagnum kunnu venda sær til Vinnuhúsið við øllum slíkum, og fær sostatt ein kostnaðarmikla serfrøðingahjálp umvegis limaskapin. Vit kunnu sjálvandi ikki svara øllum spurningum, men vit hava fingurin á pulsinum, hvat vinnuni viðvíkir, og kunnu hjálpa við at finna loysnir.

Limaskapurin er tískil at javnseta við eina trygging: Í tí dagliga er ikki altíð tørvur á okkum, men tá tað leikar á, standa vit aftan fyri virkini

Føroya Arbeiðsgevarafelag er ein týdningarmikil leikari í flestøllum viðurskiftum. Limaskapurin ávirkar tí tykkara umdømi og trúvirði. Limaskapur er prógv um, at talan er um eina fyritøku, sum ynskir at virka undir skipaðum karmum. Almennir myndugleikar vilja ofta taka atlit til hetta, tá mál verða viðgjørd. Eisini, tí teir vita, at henda fyritøkan ikki stendur einsamøll, men hevur eitt sterkt felag aftan fyri seg.

Myndugleikar, lógir og reglur

Virkir fáa hjálp og ráðgeving viðvíkjandi trupulleikum við myndugleikum, t.d. um tey halda, at tey ikki eru rætt viðfarin í mun til onnur.

Um einstakir limir reisa mál, sum hava prinsipiellan týdning fyri vinnuna ella ávísar vinnubólkar og t.d. ynskja lógir og reglur broyttar, verða slík mál eisini viðgjørd.

Um tú hevur eitthvørt hjartamál, sum tú heldur átti verið framt, so er gott at vera limur í Arbeiðsgevarafelagnum. Felagið hevur tætt samskifti við politikarar og umsiting, og vit kunnu tryggja, at tín rødd verður hoyrd.

Sáttmálar, starvsfólkamál og setan av fólki

Arbeiðsgevarafelagið ger sáttmálar við fakfeløgini vegna limir sínar.

Vit veita tykkum hjálp viðvíkjandi øllum sáttmálaspurningum og spurningum, sum viðvíkja starvsfólka- og setanarviðurskiftum. Limir fáa alla neyðuga ráðgeving í slíkum málum, og um neyðugt fara vit í rættin við prinsipiellum málum, sum limir reisa.

Limir fáa serliga atgongd til alla kunning á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, herímillum:

  • Vegleiðingar um setanarviðurskiftir
  • Sáttmálar og vegleiðingar um sáttmálaviðurskifti
  • Lidnar setanaravtalur, ið kunnu takast niður og útfyllast – fyri ymiskar starvsbólkar

    Hetta krevur loyniorð, sum bert limir fáa.


Vit kanna eisini lønarlag fyri limir, tá talan er um økir, har lønin liggur oman fyri vanliga sáttmálaløn, ella um eingin sáttmáli fevnir um økið.