§ 1
Navn, heimstaður og endamál
Navn felagsins er ”Føroya Handverksmeistarafelag”. Felagsøki tess er Føroyar, og heimstaðurin Tórshavn.
§ 2
Mið og mál felagsins eru:
a. At sambinda allar handverksmeistarar í Føroyum í felagsskap, at lívga og verja lívsmálini og siðvenjuna hjá stættini, og at fremja handverkið og handverksídnað sum heild.
b. At virka fyri vælskipaðum næmingaviðurskiftum sum grundarlag undir lítargóðari útbúgving.
c. At taka sær av lønar- og arbeiðsviðurskiftum limanna, at fáa í lag sáttmálar við onnur virkisfeløg, og at taka upp samráðingar við yvirvald og stovnar.
d. Við upplýsandi og upplærandi kjakfundum, fyrilestrum og skeiðum at búgva út limir sum best og stimbra felagsskapin og samanhaldið, at skapa trygg prísviðurskifti til stuðuls fyri krøv limanna og til frama fyri samanhaldið.
§ 3
Limir og limaskapur
1. Limir kunnu gerast:
a. Handverkari, sum tekur upp sjálvstøðugt handverksstarv, hevur útbúgving sambært galdandi yrkisútbúgvingarlóg og hevur yrkisgóðkenning, har slík krevst.
b. Vinnufeløg á privatvinnuligum grundarlagi, eitt nú partafeløg, lutafeløg ella annar felagsskapur, um nevndin metir tey lúka treytirnar fyri upptøku.
c. Almennir, hálvalmennir og kommunalir stovnar og felagsskapir, ið ikki verða riknir á privatvinnuligum grundarlagi. Upptøkan skal fara fram í ávísari/um yrkisgrein/um og uppgevast skal ábyrgdarmaður/menn í hvørji yrkisgrein. Loyvt er ikki at økja um handverksvirksemi stovnsins ella felagsins, at vinna fyri aðrar enn stovninum sjálvum ella at starvast í aðrari yrkisgrein enn teirri/teimum, ið limaskapurin fevnir um, uttan so, at nevndin gevur sítt samtykki.
d. Handverksmeistarafeløg kring landið, um lógir teirra eru í samsvar við mið og mál felagsins og sum seta punkt a, b ella c sum minstukrøv til teirra limaskarað.
2. Hvílandi limir kunnu gerast:
a. Limur, ið fyribils gevst við sjálvstøðugum handverksstarvi ella fer á aðra vinnu, men má tá ikki taka upp sjálvstøðugt handverksstarv.
b. Limur, ið av sjúku gevst við sjálvstøðugum handverksstarvi. Hann kann tó taka upp ávíst sjálvstøðugt handverksstarv í samráð við nevnd felagsins.
Ærutreytir
§ 4
Hesar ærutreytir eru galdandi:
a. Altíð í yrki sínum at halda handverkið í æru, vera vandin og vælvirkin í øllum verki.
b. Ongantíð at binda seg til at halda fram við verki, sum starvsbróður innanfelags ella, limur í felagi, ið er undir samlíkum reglum, hevur ávirkað, uttan at hann hevur vent sær til starvsbróður sín, og frá viðskiftafólki sínum hevur fingið skrivliga frágreiðing við upplýsing um, hví hann á henda hátt hevur loyst seg frá sambandinum við hin fyrra handverksmeistaran, ið hevði arbeiðið.
c. Altíð í háttalagnum við felagsins limir og í háttalagnum við aðrar samskipanir, sum semingar eru gjørdar við, at halda tær staðfestu lønartreytir, ið eru galdandi.
d. Í øllum førum, har til ber, fyrst og fremst at styðja starvsbrøður sínar innanfelags.
e. Tá ið ósemja er limanna millum, eiga teir at ganga undir dóm, sum nevndin ella ein ærurættur, sum er settur í slíkum føri, dømir.
f. Tá ið boðið verður upp á eitt arbeiði ella uppskot til eitt boð, verður hetta at merkja: L. av (.) H. til vitnis um, at hann er limur í felagnum.
Innliman
§ 5
Stk. 1 Innliman av handverksmeistarafelag:
Handverksmeistarafelag kann gerast limur, tá ið nevndin samtykkir hesum. Handverksmeistarafelagið skal góðtaka lógirnar hjá FHMF, soleiðis sum tær eru og møguliga verða broyttar.
Er nevndin í iva um upptøku, kann hon leggja málið fyri næsta aðalfund, sum kann játta upptøku, um 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri tí. Atkvøðugreiðslan skal vera skrivlig.
Stk. 2 Innliman av handverksmeistara:
Handverksmeistari og – virki kann gerast limur, tá ið nevndin samtykkir hesum. Annars verður umsókn um at gerast limur at leggja fram á aðalfundi, sum avger málið.
Stk. 3. Í teimum økjum, har lokalt handverksmeistarafelag er, kann staklimur bara gerast beinleiðis limur í FHMF, um tað lokala handverksmeistarafelagið játtar hesum.
Útliman
§ 6
Ongin kann siga seg úr felagnum uttan við innskrivaðum brævi og við 6 mánaða freist til ársbyrjan, eftir at hava gjørt allar felagsskyldur sínar. Tó kann ongin fara úr felagnum, meðan arbeiðsósemja er.
Ger aðalfundur av, at koyra lim úr felagnum við trimum fjórðingum av teimum greiddu atkvøðunum, kann henda útkoyring fara fram, uttan áðurnevndu tíðarfreist verður givin. Uppskot um útkoyring kann tó ikki verða lagt fram á aðalfundi, fyrr enn málið hevur verið til umrøðu í nevndini.
Harumframt hevur nevndin, tá hon einmælt samtykkir hetta, rætt at koyra lim úr felagnum, hevur hesin ikki goldið eftirstøður av limagjaldi sínum innan 6 mánaðir eftir gjalddag. Henda útkoyring loysir tó ikki viðkomandi frá gjaldsskyldu síni.
Limagjald og limaskyldur
§ 7
Stk. 1, Hvør limur greiðir eitt árligt limagjald, sum er 2,75 promillu av allari A-inntøku, limurin hevur útgoldið í Føroyum í farna álmanakkaári. Nevndin ásetur tó eitt minstagjald.
Limagjaldið er grundað á útgoldnar lønir, undantiknar lønir til stjórn og nevnd, undanfarna álmanakkaár.
Stk. 2, Handverksmeistarafeløg rinda vegna sínar limir sama limagjald.
Stk. 3, Tá ið limur sigur seg inn í felagið í árinum, verður limagjaldið roknað lutvíst í mun til, hvat eftir er av árinum, tó í minsta lagi minstagjaldið.
Stk. 4, Limagjaldið fellur til gjaldingar hin 1. mai á hvørjum ári, grundað á útgoldnar lønir fyri undanfarna álmanakkaár. Allir limir hava skyldu til at uppgeva til felagið, innan 15. februar, hvussu nógv er útgoldið í A-inntøku undanfarna ár.
Stk. 5, Limagjaldið fyri hvílandi limir verður ásett av nevndini. Limur kann ikki verða hvílandi limur styttri tíðarbil enn 12 mánaðir.
Stk. 6, Limur, ið hevur eftirstøðu eldri enn 1 ár, skal aftaná at hava fingið ávaring uttan at hava goldið, verða strikaður úr felagnum, og skuld verður send til innheintingar. Um hesin vil innlimast aftur, verður hann at gjalda felagnum skuldina. Er sjúka atvoldin, kann nevndin víkja frá hesum.
Stk. 7, Hvørt ár um ársbyrjan skulu handverksmeistarafeløgini senda FHMF fullfíggjaðan limalista og roknskap. Eisini skal FHMF beinavegin fáa fráboðan um inn- og útlimanir.
§ 8
Limir skulu halda galdandi lógir, fyriskipanir og sáttmálar felagsins og mega ikki á nakran hátt ella í nøkrum føri mótarbeiða felagnum. Brot móti hesum kann verða sektað við bót, sum nevndin skjýtur upp og aðalfundurin ger av. Í heilt grovum føri kann limur verða koyrdur úr felagnum.
Er limur dømdur í sekt, fellur henda sekt til gjaldingar seinast 1 mánað eftir tað, at hon er áløgd. Verður henda tíðarfreist ikki hildin missir limurin limaskap sín, hóast limagjaldsviðurskiftini annars eru í lagi.
Aðalfundur
§ 9
Ársaðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum felagsmálum. Bara hann kann broyta, viðtaka ella avtaka lógir.
Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn apríl mánaði er útgingin. Lýst verður í minsta lagi 2 vikur áðrenn aðalfundin, tó í mesta lagi 4 vikur áðrenn aðalfundin, um fundartíð og -stað. Aðalfundarinnkalling kann eisini lýsast við telduposti til limirnar, við somu freistum.
Fasta ársaðalfundarskráin er henda:
1. Limalisti verður lagdur fram.
2. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
4. a. Val av nevnd
b. Val av tiltakslimum.
5. Væl av løggildum grannskoðara
6. Innkomin mál og uppskot.
7. Ymiskt.
Mál at leggja fyri aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í nóg góðari tíð at seta málið á dagsskrá.
§ 10
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið limir, ið umboða minst 20% av atkvøðum felagsins skrivliga biðja um tað og skila til, hvat, ið biðið verður um at fáa til umrøðu.
Boðað skal verða til eykaaðalfundar í seinasta lagi 1 viku eftir, at skrivlig áheitan er komin til felagið, við tí tíðarfreist, nevndin ætlar um, tó í minsta lagi 1 viku og í mesta lagi 3 vikur.
§ 11
Hvør staklimur hevur eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 500.000 kr. í útgoldnari løn, tó í mesta lagi 10 atkvøður fyri virkið.
Limir, sum ikki hava goldið limagjald undanfarna ár, hava ikki atkvøðurætt á aðalfundi.
Í teimum økjum har staklimir ikki eru beinleiðis limir í FHMF, hava tey lokalu handverksmeistarafeløgini atkvøðurættin vegna sínar limir. Atkvøðurnar verða gjørdar upp á sama hátt sum fyri stakan lim.
Á ársaðalfundinum ræður einfaldur meiriluti úrslitinum. Til lógarbroyting krevst tó, at 2/3 av atkvøðum felagsins eru umboðaðar á fundi, og at ¾ av hesum atkvøðum atkvøða fyri. Er ársaðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður lýst til nýggjan aðalfund í fyrsta lagi 1 viku og í mesta lagi 3 vikur eftir, og ræður tá vanligur meiriluti úrslitinum, hvussu so nógvar atkvøður eru umboðaðar á fundinum.
§ 12
Formaðurin setir fundin og leggur fram fundarskránna. Síðan velur fundurin fundarstjóra.
Fundarstjórin ansar eftir, at fundurin fer regluliga fram og at limirnir fáa orðið í tí rað, teir hava biðið um tað. Hann skal átala alt, ið órógvar fundin, og hevur rætt til at vísa út tí ella teimum, ið órógva, ella um neyðugt at slíta fundin. Gerðabók skal altíð verða skrivað, og verður hon undirritað av fundarstjóranum og møttum nevndarlimum. Verður biðið um tað, skal gerðabókin verða lisin upp.
Nevndin
§ 13
Í nevndini eru 6 limir, ið aðalfundurin velur millum limirnar fyri 3 ár í senn og soleiðis, at triðja hvørt ár verða valdir 2 limir.
Harumframt velur aðalfundurin 6 tiltakslimir á sama hátt sum nevndarlimirnar.
Miðað verður eftir, at limir og tiltakslimir umboða tær ymisku handverksgreinirnar og landið so væl sum tilber.
Á fyrsta nevndarfundi, ið er beint eftir aðalfundin, skipar nevndin seg við formanni, næstformanni og nevndarskrivara.
Nevndarlimir hava rætt til ferðaendurgjald og fundarpening eftir vanligu almennu reglunum. Metur nevndin tað neyðugt, kann nevndarlimur ístaðin fyri fundarpening fáa fasta samsýning við støði í mettari arbeiðsbyrðu.
Nevndarfundir
§ 14
Nevndin hevur umsjón við starvsemi felagsins. Hon kann seta fyrisitara og annað starvsfólk.
Nevndarfundur verður hildin, tá ið formaðurin ella 2 nevndarlimir halda tað verða neyðugt. Fyrisitarin kann í samráð við formannin boða til nevndarfundar.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið í minsta lagi 2 nevndarlimir umframt formaðurin og/ella næstformaðurin eru á fundi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu, ræður atkvøða formansins úrslitinum.
Dagliga felagsarbeiðið
§ 15
Felagsarbeiðið er í hondum formansins í samráð við nevndina.
Fyrisitari felagsins, ið eisini hevur starvið sum kassameistari, heldur fullfíggjaðan roknskap við inntøkum og útreiðslum felagsins.
Hann heldur gerðabók yvir allar fundir felagsins eins og alt brævaskifti er í hondum hansara í samráð við nevndina. Gerðabókin verður undirritað av teimum nevndarlimum, ið eru á fundi. Tilskilast skal í gerðabókina, hvørjir nevndarlimir møta á nevndarfundi, og hvørjir, ið geva avboð.
§ 16
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Fyrisitarin letur grannskoðarunum fullfíggjaðan roknskap innan 1. februar, ið skulu lata hann frá sær í grannskoðaðum líki innan 15. februar.
Grannskoðarar og nevnd felagsins hava heimild at kanna roknskap og kassapening felagsins.
Formaðurin og fyrisitarin hava ábyrgd av, at ognir felagsins verða nýttar og varðveittar samsvarandi viðtøkum felagsins.
Bara formaðurin ella fyrisitarin í felagnum kunnu taka pening út av bókum felagsins. Bara fyrisitarin ella formaðurin kann felagsins vegna skriva undir kekkar. Í størri peningamálum, ásett av nevndini, verður nevndar-samtykt at fylgja. Skulu fastar ognir verða keyptar ella seldar, skal tað verða við aðalfundarsamtykt.
Avtøka felagsins
§ 17
Uppskot um at taka felagið av, kann bara koma til umrøðu á ársaðalfundi, har í minsta lagi ¾ av atkvøðum felagsins eru umboðaðar, og er samtykt, tá ið í minsta lagi ¾ av teimum hava greitt atkvøðu fyri uppskotinum.
Verður felagið tikið av, skulu allar ognir felagsins verða settar inn á bundna bók í føroyskum peningastovni.
Hesar ongir kunnu latast felag við sama endamáli sum Føroya Handverksmeistarafelag, tá ið hetta felag hevur virkað í 5 ár.
Um ongin innan 15 ár setur krøv sambært hesum, skulu ognir felagsins verða nýttar til at stuðla handverki í Føroyum.
Um felagið verður tikið av, skal avtakandi aðalfundurin taka støðu til, hvør skal umsita ognir felagsins, eftir ásetingunum omanfyri, og hvør skal avgerða, hvussu ognir felagsins verða nýttar til at stuðla handverki í Føroyum. Hesar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta á aðalfundinum.
Lógarbroytingar
§ 18
Hesar lógir kunnu bert broytast á aðalfundi sambært § 9, 10 og 11.
Gildi lógarinnar
§ 19.
Henda lóg hevur gildi frá 27. mai 2009.
Stk. 2. Samtykt á stovnandi aðalfundi 27. september 1957.
Stk. 3. Lógin er síðani broytt: á ársaðalfundi 27. mars 1980, 15. apríl 1988, 31. mars 1989, á eykaaðalfundi 1. september 1989, á ársaðalfundi 21. apríl 1999, 31. mars 2003, 20. apríl 2005, 27. mai 2009, 16. mai 2012, 8. apríl 2015 og 29. mars 2017.