Føroya Prentsmiðjufelag

Jón svart/hvítt
Jon Hestoy formaður
Føroya Prentsmiðjufelag Næstforkvinna
Gunvá við Keldu næstforkvinna

Stutt um felagið

Føroya Prentsmiðjufelag samráðist, sjálvstøðugt og sum partur av Føroya Arbeiðsgevarafelag, vegna limir sínar um løn og setanarviðurskifti sum heild við avvarandi løntakarafeløg. Limafyritøkurnar eru bundnar av hesum sáttmálum.

Felagið umboðar meginpartin av prentsmiðjunum og grafisku fyritøkunum í Føroyum.

Føroya Prentsmiðjufelag varð stovnað í 1976. Í 2006 gjørdist tað limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Skrivstova felagsins er Vinnuhúsið.

Mál hjá felagnum

Føroya Prentsmiðjufelag hevur til endamáls at fremja samstarvið millum limir sínar fakliga, tekniskt, útbúgvinarliga og vinnuliga.

Meira um felagið

Um felagið

Føroya Prentsmiðjufelag hevur til endamáls at fremja samstarvið millum limir sínar fakliga, tekniskt, útbúgvinarliga og vinnuliga.

Felagið samráðist, sjálvstøðugt og sum partur av Føroya Arbeiðsgevarafelag, vegna limir sínar um løn og setanarviðurskifti sum heild við avvarandi løntakarafeløg. Limafyritøkurnar eru bundnar av hesum sáttmálum.

Felagið umboðar meginpartin av prentsmiðjunum og grafisku fyritøkunum í Føroyum.

Føroya Prentsmiðjufelag varð stovnað í 1976. Í 2006 gjørdist tað limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Skrivstova felagsins er Vinnuhúsið.


Jórun Gardar, ráðgevi
Fartlf: 739913 | t-post: jorun@industry.fo

Lóg felagsins

Grein 1

Navn felagsins er Føroya Prentsmiðjufelag, stovnað 12.mars 1976.

Grein 2

Felagið hevur til endamáls at fremja samstarvið millum limir sínar fakliga, tekniskt, útbúgvingarliga og vinnuliga. Felagið tryggjar limir sínar í bindandi samstarvi yvir fyri  teimum løntakarafeløgum, tað hevur sáttmála við.

Grein 3

Limir í felagnum kunnu gerast prentsmiðjur og aðrar grafiskar fyritøkur í Føroyum.

 

Grein 4

Skrivlig umsókn um innliman í Føroya Prentsmiðjufelag verður send nevndini, sum tekur støðu til umsóknina. Tekur nevndin ikki einmælt undir ið umsóknini, verður hon at leggja fram á aðalfundi, sum avger málið.

Saman við umsóknini skal fylgja bankaváttan uppá kr. 10.000, ið er innlimingargjald. Hetta gjaldið verður afturgoldið, um umsøkjari ikki fær limaskap.

 

Grein 5

Við innliman bindur hvør limur seg til at halda felagsins lógir og aðalfundarsamtyktir.

Grein 6

Eftir uppskoti frá nevndini ásetur aðalfundurin árliga limagjaldið.

Limagjaldið verður kravt inn í apríl mánaði og skal vera goldið áðrenn 1. juni sama ár.

Fyri skyldum felagsins ábyrgdast limirnir bert við limagjaldi sínum.

Grein 7

Limur, sum er í eftirstøðu við limagjaldið, hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundinum.

Limur, sum er í eftirstøðu fyri meira enn tvey ár, verður strikaður. Limagjaldseftirstøðan verður tó ikki strikað. Limur, ið er koyrdur úr felagnum, kann gerast limur aftur við at rinda eftirstøðu og nýtt innlimingargjald.

Grein 8

Limir hava skyldu til eftir áheitan at geva felagnum upplýsingar um, hvørjar prentarar teir hava í arbeiði, og um lønarviðurskifti teirra.

 

Grein 9

Undir møguligum arbeiðssteðgi á limavirki er skylda hjá hvørjum limi í felagnum at virka fyri áhugamálum hjá rakta virkinum.

 

Grein 10

Fyri brot á lógir felagsins ella á avgerðir hjá aðalfundinum kann aðalfundurin eftir uppskoti frá nevndini døma viðkomandi í bót ella endurgjald upp til kr. 25.000,- ella koyra viðkomandi úr felagnum.

Grein 11

Limir felagsins kunnu siga seg úr felagnum við 6 mánaða ávaring at koma í gildi ein 1. juli. Eingin limur kann fara úr felagnum, meðan sáttmálaloysi er.

Grein 12

Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins.

Grein 13

Regluligur aðalfundur verður hildin hvørt ár í apríl mánaða.

Skrivlig innkalling til aðalfund skal verða send limunum minst 2 vikur frammanundan við tilskilaðari fundarskrá. Mál til viðgerðar skulu latast nevndini í minsta lagi 1 viku undan aðalfundinum. Broytt fundarskrá verður fráboðað limunum skrivliga í seinasta lagi 4 dagar undan fundinum. Sí tó eisini grein 16.

 

Grein 14

Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá limir umboðandi minst 20% av atkvøðunum geva skrivliga áheitan um hetta.

Innkalling til eykaaðalfund fer fram á sama hátt og við somu freist sum til vanligan aðalfund. Bert í heilt serligum føri, kann nevndin innkalla við styttri freist.

Grein 15

Limir hava skyldu at lata seg umboða á aðalfundi. Um limi berst frá at møta, kann hann lata seg umboða av øðrum við skrivligari fulltrú.

Grein 16

Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá minst 3/5 av atkvøðum limanna eru umboðaðar. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður nýggjur aðalfundur hildin í seinasta lagi 2 vikur seinni. Í hesum føri skulu limirnir hava skrivliga fráboðan um fundin í minsta lagi 8 dagar frammanundan. Hesin aðalfundur er viðtøkuførur í øllum teimum málum sum eru lýst á fundarskránni fyri fyrsta aðalfundin, uttan mun til talið á umboðaðum atkvøðum.

Grein 17

Limur hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 500 kr, sum goldnar eru í limagjaldi.

Samtykt um avtøku av felagnum kann bert takast á eykaaðalfundi, har uppskot um avtøku er einasta mál á skránni.

Fyri at uppskotið um avtøku skal verða samtykt, krevst, at í minsta lagi 4/5 av umboðaðu atkvøðum greiða atkvøðu fyri.

 

Grein 18

Fundarskráin fyri regluligar ársaðalfundir er henda:


a) val av fundarstjóra
b) frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári
c) framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
d) val av nevnd og tiltaksmonnum
e) val av grannskoðara, sum situr til næsta ársaðalfund
f) ásetan av limagjaldi
g) møgulig innkomin mál
h) ymiskt

Bók verður førd yvir, hvat fyriferst á aðalfundinum.

Grein 19

Í nevndini sita 3 til 5 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar fyri 2 ár í senn. Nevndin skipar tað soleiðis, at ikki allir limirnir standa fyri valið sama ár.

 

Grein 20

Nevndin skipar seg sjálv beint eftir aðalfundin. Formaðurin, ella, um hann hevur forfall, næstformaðurin, leiðir arbeiðið í nevndini og kallar til fundar, tá limir ynskja tað, tó í minsta lagið tvær ferðir um árið. Fundarboð skulu latast hvørjum einstøkum nevndarlimi við í minsta lagi 24 tíma freist. Er tað bráðneyðugt, kann lógligur nevndarfundur haldast við styttri freist.

Nevndin hevur dagligu leiðsluna av felagnum um hendi. Hon kann velja sernevndir til ávísar bundnar uppgávur.

Nevndin er viðtøkufør, tá formaðurin, ella, tá hann hevur forfall, næstformaðurin og í minsta lagi 2 aðrir limir eru á fundi. Vanligur meiriluti ræður. Tá stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerðandi.

Fer nevndarlimur frá í valskeiði ella fer úr starvinum, kann nýggjur limur verða valdur á eykaaðalfundi.

Nevndin hevur skyldu at føra gerðarbók yvir virksemi felagsins.

 

Grein 21

Limafundir verða hildnir, tá nevndin metir tað neyðugt. Á limafundi kunnu tó ikki takast bindandi avgerðir fyri felagið.

Grein 22

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Nevndin hevur ábyrgd av roknskapinum. Nevndin kann heimila nøkrum av limum sínum til at taka neyðugar avgerðir um peningaupphæddir til dagliga raksturin.

Grein 23

Um felagið verður tikið av samsvarandi § 17, tekur aðalfundurin eftir reglunum í § 17  avgerð um nýtslu av ognum felagsins.

Samtyktar á aðalfundi felagsins hin 6. apríl 2006

Grein 19 broytt á aðalfundi 18. juni 2014

Limayvirlit
Nevndarlimir