Ráfiskakeyparafelagið vil hava myndugleikarnar at virka fyri at tryggja føroyskum fiskaútflytarum betri marknaðaratgongd. Tað er neyðugt at arbeiða við at betra atgongdina á so nógvum av teimum áhugaverdu marknaðunum fyri føroyskar fiskavørur sum gjørligt, so tað ber til at selja aðrastaðni, tá umstøðurnar á einum marknaði gerast truplari.
Tað ber framvegis ikki til at útflyta føroyskan fisk til Brasil, tí Føroyar ikki hava heilsufrøðiliga góðkenning brasilianska matvørumyndugleikanum (MAPA). Ráfiskakeypararnir vilja vera við at virka fyri, at hetta kemur í rættlag, so føroyskir fiskaútflytarar fáa ein nýggjan marknað at selja til.