Kapittul 1
Navn, heimstaður og endamál
§ 1
Navn felagsins er Handilsvinnufelagið. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
§ 2
Endamál felagsins er at savna føroyska handilsvinnu í ein vinnufelgsskap at útinna felags áhugamál.
Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu, herundir.
- Menna og ávirka útbúgvingarskipanina fyri handilsvinnuna
- Betra um rekruttering av arbeiðsmegi til vinnugreinina
- Menna handilsvinnuna gjøgnum kunning og skeið
- Greina og vísa á týdningin av handilsvinnuni
- Ávirka og menna karmarnar fyri at reka handilsvinnu
- Hoyring av lóggávu
- Lobbyvirksemi
Kapittul 2
Limaskapur
§ 3
Í felagnum kunnu handilsfyritøkur gerast limir.
Umsókn um limaskap í felagnum verður send umsitingini av felagnum. Nevndin ger ásetingar fyri møguligar treytir fyri limaskapi.
Við innliming í felagið skrivar fyritøkan undir at halda lógir felagsins soleiðis, sum tær eru ella seinni á lógligan hátt kunnu verða broyttar.
Limur kann siga seg burturúr felagnum við 6 mánað freist.
Limur, sum ikki hevur greitt limagjald kann koyrast út úr felagnum. Henda útkoyring loysir tó ikki viðkomandi lim frá gjaldskyldu síni. Felagið kann krevja limagjald inn umvegis innheinting.
Kapittul 3
Limagjald
§ 4
Limagjaldið verður ásett á hvørjum ársaðalfundi, fyri eitt ár ísenn. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið.
Limagjaldið fellur til gjaldingar tann 1. mai á hvørjum ári. Tó skulu nýggir limir hava rindað limagjald fyri at fáa atkvøðurætt á aðalfundi sama ár sum innliman.
Felagsins inntøkur verða at nýta til rakstur, sum nevndin, ið stendur aðalfundinum til svars, heldur verða neyðugar. Skuldi felagnum verið tørvur á meiri peningi til at fremja ávís mál, hevur aðalfundurin heimild til at útvega neyðuga fígging við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin til útvegan av slíkum peningi leggja eykagjald á limirnar í hvørjum kalendaraári, tó ikki størri enn tað, ið svarar til tey vanligu limagjøldini.
Kapittul 4
Aðalfundurin
§ 5
Aðalfundur felagsins hevur hægsta ræðið í øllum viðurskiftum felagsins.
Rætt at koma á aðalfund hava allir limir felagsins.
Ein og hvør, sum hevur rætt til at koma á aðalfund, kann koma fyri annan við sama fundarrætti, um hesin limur hevur fingið fulltrú til tess. Limur kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú til at fara á fund og greiða atkvøðu hansara vegna.
§ 6
Vanligur aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í apríl mánað. Lýst verður til vanliga aðalfundin minst 14 dagar frammanundan. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin og avger á hvønn hátt hann verður lýstur.
Á aðalfundinum er henda skrá:
- Val av fundarstjóra
- Framløga av limalista
- Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Val av nevnd og tiltakslimum
- Val av grannskoðara
- Áseting av limagjaldi
- Ymiskt
Allar avgerðir verða samtyktar við vanligum meiriluta. Atkvøðubýtið er ásett eftir starvsfólkatalinum hjá limunum soleiðis:
Limirnir hava eina atkvøðu fyri upp til 3 ársverk
millum 4 og 10 ársverk tvær atkvøður
millum 11 og 20 ársverk tríggjar atkvøður
millum 21 og 50 ársverk fýra atkvøður
fyritøkur við fleiri enn 51 ársverkum fimm atkvøður.
Atkvøðugreiðsla á aðalfundinum, ið viðvíkur lógarbroyting, kann bert verða samtykt við ¾ av atkvøðunum. Er fundurin ikki viðtøkuførur, kann verða lýst til nýggjan fund, og ræður tá vanligi meiriluti úrslitinum, uttan mun til fundarluttøku.
§ 7
Eykaaðalfundur verður at halda, tá í minsta lagi 2 nevndarlimir, ella minst ¼ av limunum skrivliga krevja tað. Lýst verður til eykaaðalfund á tann hátt og so langa tíð frammanundan, sum nevndin ger av.
Kapittul 5
Nevndin
§ 8
Felagið verður stjórnað av eini 3 ella 5 manna nevnd. Aðalfundurin velur annaðhvørt ár 1 ella 2 og annaðhvørt ár 2 ella 3 limir í nevnd felagsins, fyri 2 ár ísenn.
1 ella 2 tiltakslimir verða valdir á hvørjum aðalfundi.
Um nevndarlimur tekur seg úr nevndini í úrtíð, tekur fyrst valdi tiltakslimurin við nevndarsessinum.
Miðað verður eftir, at nevndarlimir og tiltakslimir umboða tær ymisku handilsgreinirnar og landið so væl sum tilber.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni beint eftir aðalfundin.
Nevndin hevur minst fýra nevndarfundir um árið.
Gerðabók verður førd frá nevndarfundum.
Kapittul 6
Tekning/ábyrgd
§ 9
Nevndarformaðurin teknar felagið. Nevndin hevur heimild at seta fólk til dagligu leiðslu felagsins, og kann veita slíkum umboðsfulltrú.
Til at upptaka lán, seta í veð, selja ella keypa fasta ogn krevst aðalfundarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av nevndarformanni.
Felagið ábyrgdast bert við teirri til eina og hvørja tíð í felagnum verandi ogn. Í samband við virksemi felagsins, áliggur tað ikki limum og nevnd nøkur fíggjarlig ábyrgd.
Kapittul 7
Grannskoðan
§ 10
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum av aðalfundinum valdum grannskoðara.
Roknskaparárið er kalendaraárið.
Roknskapurin skal liggja til skjals á skrivstovu felagsins, tá lýst er til aðalfund.
Kapittul 8
Avtøka av felagnum
§ 11
Felagið kann verða tikið av við ¾ av teimum greiddu atkvøðunum eftir samtykt av tveimum aðalfundum, og mugu í mesta lagi verða lidnir 14 dagar millum fundirnar.
Skuldi felagið verið tikið av, verða ognir felagsins nýttar, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.
Samtyktar á eykaaðalfundi 02. juli 1997.
Broyttar á eykaaðalfundi 06. juni 2001.
Broyttar á eykaaðalfundi 24. august 2011.
Broyttar á eykaaðalfundi 1. mars 2016.
Broyttar á eykaaðalfundi 30. apríl 2019
Broyttar á aðalfundi 17. juni 2020.