Havbúnaðarfelagið

Regin
Regin Jacobsen
Atli
Atli Gregersen
Hans Jakup Mikkelsen Marine Harvest 1 1140X760
Hans Jákup Mikkelsen

Stutt um felagið

Endamálið hjá Havbúnaðarfelagið er at savna fyritøkur o.o. sum fáast við aling í Føroyum í eitt vinnugreinafelag, við tí endamáli at menna føroyska aling. Í felagnum verður samstarvað um verkætlanir av felags áhuga og felagið virkar úteftir sum felags málgagn mótvegis myndugleikum og almenningi.

Mál hjá felagnum

Týdningarmesta málið hjá felagnum er í samstarvi við myndugleikarnar støðugt at arbeiða fyri at tryggja góðar og forútsigiligar karmar kring eina burðardygga føroyska alivinnu.

Eitt annað týdningarmikið mál hjá felagnum er at menna vitanarstøðið í og kring føroyska alivinnu.

Aliráðstevnur

Aliráðstevnur

Havbúnaðarfelagið skipar á hvørjum ári fyri aliráðstevnu, har fólk í og kring alivinnuna hittast at fáa nýggja vitan, netverka og til sosiala samveru. Vanliga verður ráðstevnan hildin í mars mánaði, og tað luttaka vanliga uml. 400 fólk á ráðstevnuni.

Les meira

D
https://fiskaaling.fo/fiskaaling/deildir/fiskaheilsa/gransking/trivna%C3%B0ur-hj%C3%A1-sj%C3%B3s%C3%ADlum/

Kanningar av sjósílum

Havbúnaðarfelagið fíggjar árligar kanningar av sjósílastovninum, so tað ber til at meta um møguliga ávirkan frá alingina á sjósílastovnin. Fiskaaling stendur fyri kanningunum, og gera eina árliga frágreiðing um úrslitið frá kanningunum.

Les meira

Síl
https://fiskaaling.fo/media/2708/2021-heidi-flokkingarskipan.pdf

Botnkanningar av firðum

Fyri at tryggja eina burðardygga aling, verða javnan gjørdar botnkanningar á aliøkjunum og á firðunum. Havbúnaðarfelagið hevur saman við Umhvørvisstovuni fíggjað menningina av einari flokkingarskipan fyri botndjór á føroysku firðunum.

Les meira

Fjørður 2

Meira um felagið

Um felagið

Fyri at røkka málini hjá felagnum arbeiðir felagið áhaldandi við:

· Politiska ávirkan: At ávirka tær lógir og kunngerðir, sum løgting og
  landsstýri seta í verk, soleiðis at góðir karmar vera um føroysku
  alivinnuna.

· Umboða vinnuna: Umboða felags áhugamál hjá vinnuni yvirfyri
  ymiskum myndugleikum o.ø., herundir umhvørvis-,
  heilsumyndugleikunum, arbeiðseftirlitinum o.ø.

· Verkætlanir og kanningar: Seta í verk arbeiðir og kanningar sum
  kunnu hækka vitanarstøðið í og kring alingina.

· Samstarv við útlendska vinnu: Havbúnaðarfelagið er limur í
  altjóða vinnugreinafelagnum International Salmon Farmers
  Association (www.salmonfarming.org).

· Hagtøl:Felagið savnar hvørja viku inn hagtøl um samlaðu tøkuna av
  alilaksi. Tøkuhagtølini verða regluliga løgd á heimasíðuna.
  Harumframt framleiðir felagið á hvørjum ári eina ársfrágreiðing,
  sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt
  við undanfarna ár.

Felagið rekur eisini heimasíðuna Salmon from the Faroe Islands (http://salmon-from-the-faroe-islands.com), har kunning er á enskum um føroyskan laks og laksaling.

Øssur M. Dalbúð, ráðgevi

Fartlf: 739911 | t-post: ossur@industry.fo

Lóg felagsins

Lóg fyri Havbúnaðarfelagið

§1

Navn felagsins er Havbúnaðarfelagið. Sum enskt heiti verður nýtt Faroese Aquaculture Association.

Endamál
§2

Endamál felagsins er at savna øll, sum hava fiskaaling sum vinnuveg, í ein felagsskap fyri at fremja tey mál, ið eru av felags áhuga fyri limirnar.

Limaskapur
§3

Felagið er skipað við A-limum og B-limum.

A-limir eru tey feløg ella einstaklingar, ið framleiða alifisk til matna.

B-limir er einstaklingar ella feløg, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til fiskaaling, t.d. veitarar til vinnuna. B-limir kunnu søkja nevndina um A-limaskap.

Einstaklingar ella feløg, sum hava aliloyvi, kunnu gerast limir í felagnum. Harumframt kunnu eisini einstaklingar ella feløg við áhuga fyri fiskaaling gerast limir við ongum atkvøðurætti. Umsókn um limaskap skal sendast felagnum, og tekur nevndin avgerð um rætt til limaskap. Tó kunnu ivamál í hesum sambandi verða løgd fyri aðalfundin.

Limagjald
§4

Til at gjalda útreiðslur felagsins til rakstur og annað, verður álíknað limunum eitt árligt limagjald grundað á talið á aliloyvum til alistøð, har framleiðsla av alifiski fer fram til matna, limurin hevur - eisini tey aliloyvi har einki virksemi er.

Støddin á limagjaldinum verður ásett av ársaðalfundinum og fellur til gjaldingar tann 1. juni á hvørjum ári. Tá limur skyldar meira enn eitt árs limagjald, fellur limaskapurin burtur.

Aðalfundur
§5

Aðalfundurin hevur hægsta vald í øllum viðurskiftum felagsins.

§6

Aðalfundurin verður hildin áðrenn 31. mai á hvørjum ári.

Bert A-limir kunnu atkvøða á aðalfundinum. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdar limunum í minsta lagi 14 dagar frammanundan við skrivligari fráboðan til hvønn einstakan lim. Fráboðan um aðalfund kann eisini sendast umvegis teldubræv.

Á aðalfundinum skulu fundarevnini vera hesi:
      1. Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.
      2 .Framløga av grannskoðaðum roknskapi við fíggjarstøðu til
         góðkenningar.
      3. Áseting av limagjaldi komandi ár
      4. Val av nevnd
      5. Val av grannskoðara
      6. Ymiskt

Aðalfundurin velur fundarstjóra, ið stýrir fundinum og ger av allar spurningar viðvíkjandi viðgerð av málum og atkvøðugreiðslum.

Á aðalfundinum verða allar avgerðir tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum, sí tó §§ 12 og 13

Øll atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga uttan so, at fundurin avgerð annan atkvøðugreiðsluhátt.

Fundarfrásøgn frá tí, ið fer fram á aðalfundi, verður undirskrivað av fundarstjóranum.

Hvør A-limur hevur eina atkvøðu fyri hvønn nevndarlim, sum skal veljast á aðalfundinum. Standast ivamál av atkvøðurætti, verða hesi avgjørd endaliga av fundarstjóranum.

Atkvøðurættur kann verða framdur við fulltrú. Fundarstjórin avger gildi hennara.

§7

Nevndin kann kalla inn til eykaaðalfundarsambært §6, stk. 2, tá tørvur er á tí. Tá ið limir, ið umboða tilsamans í minsta lagi 1/3 av atkvøðunum, krevja tað til viðgerðar av tilskilaðum evni, hevur nevndin skyldu at kalla inn til fundar í minsta lagi eina viku aftaná, at áheitan er komin til nevndina. Nevndin avger tíð og stað fyri eykaaðalfundin.

Val av nevnd
§8

Aðalfundurin velur nevnd, ið hevur tríggjar til fimm limir. Afturval kann fara fram.

Um nevndin hevur ávíkavist 3, 4 ella 5 limir fara fyrsta árið ávíkavist tveir, tveir og tríggir nevndarlimir frá, og næsta árið fara ávíkavist ein, tveir og tveir nevndarlimir frá. Hvørjir teir fyrstu nevndarlimirnir eru, sum fara frá, ger nevndin av við lutakasti.

Nevndin ger sjálv av um hon skipar seg við formanni og næstformanni. Nevndin kann veita álitisfulltrú (prokura).

Nevndin skal taka sær av øllum áhugamálum, sum ikki fellur undir avgerðarrætt aðalfundsins.

Felagið verður teknað av tveimum nevndarlimum í felag.

Í samband við lántøku, keyp, sølu ella veðseting av fastari ogn krevst nevndarsamtykt.

Nevndarfundur verður hildin, tá tørvur er á, ella tá ein nevndarlimur ynskir tað.

Tað sum gerst á nevndarfundi, verður ført í gerðabók, ið verður at undirskriva av øllum hjástøddum nevndarlimum umframt av ikki hjástøddum nevndarlimir við átekningini "lisið:", hetta sum tekin um, at ikki hjástaddi nevndarlimurin hevur lisið gerðabókina.

Aðalfundurin ásetir møguliga samsýning til nevndarlimirnar.

Roknskaparviðurskifti
§9

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundinum valdum grannskoðara.

Limaskyldur
§10

Limirnir ábyrgdast ikki fyri skyldur felagsins.

Limirnir hava skyldu til at halda viðtøkur felagsins.

Tær avgerðir, ið verða tiknar av aðalfundi ella nevnd, eru bindandi fyri limirnar.

Um limir ikki vil ganga undir eina aðalfundar- ella nevndaravgerð, kann nevndin koyra hann úr felagnum.

Limur hevur tó rætt til at krevja nevndaravgerð umlimarætt lagda fyri fyrst komandi aðalfund felagsins, og hevur limurin á hesum aðalfundi rætt til at møta í samband við viðgerð av spurninginum um limarætt hansara.

Limur, ið hevur mist limarætt sín, kann bert verða upptikin aftur í felagið av aðalfundi, sum samstundis ásetir treytirnar fyri uppafturtøku.

§11

Limur kann bert siga seg úr felagnum við innskrivaðum brævi til nevndina við seks mánaða ávaring til tann 1. januar.

Undir arbeiðstrætu kann limur ikki siga seg úr felagnum uttan loyvi frá nevndini.

Broyting av viðtøkum
§12

Viðtøkubroytingar kunnu bert verða samtyktar av aðalfundinum. Tó kunnu viðtøkubroytingar bert verða samtyktar um greitt uppskot frammanundan er kunngjørt limunum í samband við lýsing av aðalfundi sambært §6, stk.2.

Til at broyta viðtøkur krevst, at í minsta lagi helmingurin av limunum, ið hava atkvøðurætt, eru umboðaðir á fundinum, og at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri..

Um ikki nóg nógvir limir eru umboðaðir á aðalfundinum, har uppskot um broytingar í viðtøkunum er til viðgerðar, kann nevndin boða til eykaaðalfundar sambært §6, skt.2. Á hesum fundi kann uppskot til viðtøkubroytingar verða samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum, sama hvussu nógvir limir eru umboðaðir á fundinum.

Avtøka av felagnum
§13

Avtøka av felagnum kann bert verða samtykt av aðalfundinum. Tó kann avtøka av felagnum bert verða samtykt um greitt uppskot frammanundan er kunngjørt limunum í samband við lýsing av aðalfundi sambært §6, stk. 2.

Til at avtaka felagið krevst, at í minsta lagi helmingurin av limunum, ið hava atkvøðurætt, eru umboðaðir á fundinum, og at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri. Um ikki nóg nógvir limir eru umboðaðir á aðalfundinum, har uppskot um avtøku av felagnum er til viðgerðar, kann nevndin boða til eykaaðalfundar sambært §6, stk. 2. Á hesum fundi kann uppskot um avtøku av felagnum verða samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum, sama hvussu nógvir limir eru umboðaðir á fundinum.

Aðalfundurin avgerð, hvussu ognir felagsins verða nýttar um felagið verður avtikið.

Seinast broyttar á aðalfundi 11. mai 2017.

Seinast broyttar á aðalfundi 31. mai 2019.

Limayvirlit

Limir í Havbúnaðarfelagnum

VirkiBygd/býTelefonHeimasíða
A-limir
Bakkafrost Farming P/fGlyvrar405000www.bakkafrost.com
Mowi P/FHellurnar444733www.mowi.com/fo/
Luna P/FGøta409000www.hiddenfjord.com

VirkiBygd/býTelefonHeimasíða
B-limir
Fiskaaling P/FHvalvík474747www.fiskaaling.fo
Havsbrún P/FFuglafjørðrur414400www.havsbrun.fo
AvrikHvalvík422284www.avrik.fo
Ocean Rainforest Sp/fKaldbak233080www.oceanrainforest.com
TARI Sp/fTórshavn739739www.tari.fo
Svínoyar RognkelsisstøðSvínoy215969

Dagført tann 1. mai 2024

Nevndarlimir
Tøkutøl
Tekna teg sum lim

Felagið er skipað við A-limum og B-limum.

A-limir eru tey feløg ella einstaklingar, ið framleiða alifisk til matna.

B-limir eru einstaklingar ella feløg, sum á annan hátt hava tilknýti til fiskaaling, t.d. framleiðarar av øðrum enn alifiski til matna og veitarar til vinnuna. B-limir kunnu søkja nevndina um A-limaskap.

Bert A-limir hava atkvøðurætt, men B-limir hava annars atgongd til øll tiltøk hjá felagnum, og arbeiðir felagið eisini fyri B-limirnar.

Umsókn um limaskap skal sendast felagnum, og tekur nevndin avgerð um rætt til limaskap. Tó kunnu ivamál í hesum sambandi verða løgd fyri aðalfundin.

Tilmeldingarskjalið kann takast niður her.