Lógir
Havnar Handverksmeistarafelags
samtyktar á aðalfundi 26. mai 2020
Navn, heimstaður og endamál
§ 1
Navn felagsins er ”Havnar Handverksmeistarafelag”, og heimstaður tess er Tórshavnar kommuna.
Stk. 2. Felagið er limur í Føroya Handverksmeistarafelag. Lógirnar hjá øllum lokalfeløgum í Føroya Handverksmeistarafelag eru samskipaðar sínamillum og við lógir meginfelagsins.
§ 2
Viðvíkjandi teimum í stk. 2 nevndu viðurskiftum verður víst til lógir Føroya Handverksmeistarafelags. Serligar reglur, sum koma afturat ásetingunum í lógum Føroya Handverksmeistarafelag eru ásettar í grein 3 og fram.
Stk. 2.
- Endamál felagsins
- Reglur fyri hvør kann gerast limur
- Ærutreytir
- Almennar reglur fyri inn- og útliman
- Limagjald og limaskyldur
- Atkvøðubýtið
Limir og limaskapur
§ 3
Tann, ið vil gerast limur í felagnum, má skrivliga venda sær til felagsskrivstovuna um upptøku.
Stk. 2. Nevndin kann í samtykt ásetta nærri reglur um upptøku. Hesar reglur eiga at tryggja skjóta mannagongd í samband við innliman.
Stk. 3. Somu treytir sum fyri útliman eru galdandi, um limur ynskir at verða hvílandi limur.
Stk. 4. Hvílandi limur hevur ikki atkvøðurætt og kann ikki veljast í stjórnina.
Stk. 5. Skrivstovan hjá Føroya Handverksmeistarafelag fær fráboðan um inn- og útliman skjótast tilber.
Stk. 6. Eldri limir kunnu gerast:
Limur, ið av elli leggur niður starv sítt, kann støðugt vera limur, og honum nýtist ikki at gjalda limagjald.
Limagjald
§ 4
Limagjald verður ásett av nevndini. Av tí at samsvar skal vera við lógir Føroya Handverksmeistarafelags, eru ávís mørk sett fyri gjøldunum.
Stk. 2. Limagjaldið verður ásett soleiðis, at árliga limagjaldið í minsta lagi er 0,75 promillu-stig og í mesta lagi 3,5 promillu-stig omanfyri limagjald ásett í lógum Føroya Handverksmeistarafelags. Minsta limagjald verður ásett soleiðis, at tað í minsta lagi er kr. 1000,- omanfyri tað minstamark, sum Føroya Handverksmeistarafelag ásetur.
Aðalfundurin
§ 5
Ársaðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum felagsmálum. Bara hann kann broyta, seta ella avtaka lógir.
Stk. 2. Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn mars mánaði er útgingin. Fundurin skal verða lýstur í minsta lagi 8 dagar frammanundan og í mesta lagi 4 vikur frammanundan. Innkallast kann talgilt.
Stk. 3. Fasta ársaðalfundarskráin er henda:
1. Frágreiðing frá farna árinum
2. Roknskapur at leggja fram og góðkenna
3. Fíggjarætlan at leggja fram og góðkenna
4. Roknskapur fyri ”Bata” at leggja fram
5. a. Velja nevndarlimir
b. Velja tiltakslimir
c. Velja grannskoðarar
6. Innkomin uppskot.
7. Ymiskt
Stk. 4. Mál at leggja fyri aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í nóg góðari tíð at seta málið á dagsskrá.
Stk. 5. Í sambandi við keyp, sølu og veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.
§ 6
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið 10 limir skrivliga biðja um tað og skila til, hvat ynskt verður at fáa til umrøðu.
Stk. 2. Boðað kann verða til eykaaðalfundar við tí tíðarfreist, nevndin ætlar um, tó í seinasta lagi 8 dagar eftir, at skrivlig áheitan er komin til felagið.
Stk. 3. Grannskoðari felagsins kann krevja, at eykaaðalfundur verður hildin.
§ 7
Á aðalfundinum ræður einfaldur meiriluti úrslitinum.
Stk. 2. Til lógarbroyting krevst tó, at 2/3 av limunum eru á fundi, og 3/4 av teimum atkvøða fyri.
Stk. 3. Er ársaðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður lýst til nýggjan aðalfund í fyrsta lagi 8 dagar eftir, og ræður tá vanligur meiriluti úrslitinum uttan mun til fundarluttøku limanna.
§ 8
Formaðurin setur fundin, ið velur ein orðstýrara.
Stk. 2. Orðstýrarin skal ansa eftir, at fundurin fer regluliga fram og syrgja fyri at geva orðið til limirnar í tí rað, teir hava biðið um tað. Hann skal átala alt, ið órógvar fundin, og hevur rætt at vísa út tí ella teimum, ið órógva, ella um neyðugt at slíta fundin. Gerðabók skal altíð verða skrivað, og verður hon undirritað av fundarstjóranum og møttum nevndarlimum. Um ynskist skal gerðabókin verða upplisin.
Nevnd felagsins
§ 9
Felagið verður stjórnað av eini nevnd við 5 limum, ið verða valdir á ársaðalfundinum fyri tvey ár í senn, soleiðis at annaðhvørt ár verða 2 og annaðhvørt ár 3 valdir.
Stk. 2. Somuleiðis eru 2 tiltakslimir til nevndina, ið verða valdir á ársaðalfundinum á sama hátt sum nevndarlimirnir.
Stk. 3. Á fyrsta nevndarfundi skipar nevndin seg við formanni, næstformanni og vanligum nevndarlimum. Um nevndin ikki hevur eina fasta umsiting / skrivara, verða kassameistari og skrivari eisini valdir.
Stk. 4. Valið er skrivligt, og kann endurval fara fram.
§ 10
Nevndin hevur umsjón við starvi felagsins. Hon kann seta fyrisitara og annað starvsfólk.
Stk. 2. Nevndin heldur fund, tá ið formaðurin ella 2 nevndarlimir halda tað vera neyðugt.
Stk. 3. Fyrisitarin kann í samráð við formannin boða til nevndarfund. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 3 limir eru á fundi.
Stk. 4. Um javnt stendur í atkvøðugreiðslu, ræður atkvøða formansins úrslitinum.
Dagliga felagsarbeiðið
§ 11
Um felagið hevur fastan fyrisitara, hevur hesin dagliga felagsarbeiðið um hendi. Hann heldur fullfíggjaðan lista við øllum limum felagsins, eins og hann heldur fullfíggjaðan roknskap yvir inntøkur og útreiðslur felagsins. Hevur felagið ikki fastan fyrisitara, eru hetta ávíkavist uppgávur skrivarans og kassameistarans.
Stk. 2. Fyrisitarin heldur gerðabók um allar fundir felagsins, og alt brævaskifti er í hansara hondum í samráð við nevndina.
Stk. 3. Gerðabókin verður undirritað av teimum á fundi møttu nevndarlimum. Viðvíkjandi nevndarfundum skal greitt vera tilskilað, hvørjir nevndarlimir møta á fundi, og hvørjir geva avboð. Nevndarlimir, sum ikki vóru á fundi, og fyrisitarin skulu viðmerkja, at tey hava lisið fundarfrágreiðingina.
Stk. 4. Nevndarformaðurin teknar felagið. Nevndin hevur heimild at veita umboðsfulltrú til fyrisitara og/ella skrivara og/ella kassameistara.
Stk. 5. Í stórum peningamálum krevst fundarsamtykt.
§ 12
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Stk. 2. Tann sum hevur roknskapin um hendi letur grannskoðarum felagsins fullfíggjaðan roknskap áðrenn 1. februar. Grannskoðararnir skulu lata hann frá sær grannskoðaðan áðrenn 15. februar.
Stk. 3. Roknskapargrannskoðarar og nevnd hava til eina og hvørja tíð heimild at kanna roknskap og kassapening.
Stk. 4. Nevndin skal á hvørjum ársaðalfundi leggja fram fíggjarætlan til góðkenningar.
Yrkisgreinaumboð
§ 13
Á hvørjum aðalfundi kann hvør yrkisgrein velja sær eitt umboð. Um hetta ikki verður gjørt á aðalfundinum, kunnu slík umboð verða sett av nevndini á fyrstkomandi nevndarfundi.
Stk. 2. Hesi umboð eru ráðgevandi hjá nevndini í arbeiðs- og lønarspurningum í teim ymsu yrkisgreinunum.
Avtøka felagsins
§ 14
Uppskot um at taka felagið av kann bara koma til umrøðu á ársaðalfundinum, har í minsta lagi 3/4 av limunum eru á fundi, og er samtykt, tá ið í minsta lagi 3/4 av teim hjástøddu limunum hava greittt atkvøðu fyri uppskotinum.
Stk. 2. Verður felagið avtikið, skulu allar ognir felagsins verða latnar Føroya Handverksmeistarafelag í varðveitslu.
Stk. 3. Hesar ognir kunnu latast felag við sama endamáli sum Havnar Handverksmeistarafelag, tá hetta felag hevur virkað í 5 ár.
Stk. 4. Um eingin innan 15 ár setur krøv sambært hesum, skulu ognir felagsins verða nýttar til at stuðla handverk í Føroyum eftir teim reglum, ið Føroya Handverksmeistarafelag ásetur.
Lógarbroytingar
§ 15
Broytingar í hesum lógum kunnu bara verða viðtiknar á ársaðalfundi eftir §§5, 6 og 7, stk. 2 og 3.
Gildi lógarinnar
§ 16
Henda lóg hevur gildi frá 1. januar 1977.
Stk. 2. Samtykt á aðalfundi 29. mars 1977, at galda frá 1, januar 1977.
Stk. 3. Lógin er síðani broytt: 29. mars 1978, 16. mars 1983, 9. mars 2000, 12. mars 2002, 13. november 2003, 25. juni 2009, 14. mars 2018 og 26. mai 2020.