Ráðgevarafelagið

V1A8338
Árni Jakobsen formaður
V1A8325
Rúni Abrahamsen næstformaður

Stutt um felagið

Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál. Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.

Mál hjá felagnum

Eitt av týdningnarmestu málunum, sum felagið ætlar at taka upp beinanvegin er, at fáa samband við almenna byggiharran um, hvørji viðurskifti skulu vera galdandi, tá byggiverkætlanir verða skipaðar. Ráðgevarafelagið heldur, at tað er av alstórum týdningi, at føroyskar fyritøkur fáa javnbjóðis høvi at bjóða seg fram ájavnt við útlendskar fyritøkur. Dømi eru um útbjóðingar har føroyskar ráðgevandi fyritøkur ikki hava fingið javnbjóðis møguleikar.

Burðardygg Bygging

Burðardygg Bygging

Á heysti í 2021 skipaði Ráðgevarafelagið fyri ráðstevnu um burðardygga bygging.

Hetta var fyrsta tiltakið av sínum slag í Føroyum.

Les meira

DSC 1775
Dagføringar av BK17

Dagføringar av BK17

Rúm tíð er nú gingin síðan bygningskunngerðin var lýst í 2017. Hetta var eitt gott átak og hevði við sær stóran framburð.

Les meria

Depositphotos 9303234 XL
ABR og AB

ABR og AB

Løgfrøðiliga avtalugrundarlagið undir byggivinnuni er, umframt lóggáva á økinum, felags avtalugrundarlagið, sum er millum ymisku aktørarnar í byggivinnuni, so sum byggiharrar, arkitektar og verkfrøðingar umframt arbeiðstakarar.

Les meira

Ráðgeving

Meira um felagið

Um felagið

Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál. Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.

Eitt av týdningnarmestu málunum, sum felagið ætlar at taka upp beinanvegin er, at fáa samband við almenna byggiharran um, hvørji viðurskifti skulu vera galdandi, tá byggiverkætlanir verða skipaðar. Ráðgevarafelagið heldur, at tað er av alstórum týdningi, at føroyskar fyritøkur fáa javnbjóðis høvi at bjóða seg fram ájavnt við útlendskar fyritøkur. Dømi eru um útbjóðingar har føroyskar ráðgevandi fyritøkur ikki hava fingið javnbjóðis møguleikar.

Alvi Hjelm, ráðgevi
Fartlf: 739908 | t-post: alvi@industry.fo
Lóg felagsins
§ 1
Navn felagsins er Ráðgevarafelagið og heimstaður felagsins er Tórshavn.
§ 2
Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál.
Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.
§ 3
Umsóknir um limaskap skulu sendast nevndini, sum tekur støðu til umsóknina. Avgerð nevndarinnar kann kærast fyri aðalfundin, sum tekur endaliga avgerð. Sum limur kunnu takast upp fyritøkur, hvørs høvuðsvirksemi og endamál er at veita ráðgeving innan prosjektering, verkfrøði og arkitektur. Limaskapur krevur harumframt, at fyritøkan hevur teknað eina professionella ráðgevaratrygging.
§ 4
Limirnir hava skyldu at halda lógir felagsins. Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar.
Um limur ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra viðkomandi úr felagnum uttan ávaring, og kann hesin ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Áðrenn viðkomandi verður limur aftur, skal møgulig skuld til felagið verða goldin.
Tvey árs eftirstøða inniber, at limur av sær sjálvum missir limaskapin. Áðrenn limaskapurin kann fáast aftur, skal øll skuld til felagið verða goldin.
§ 5
Árliga limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Fult limagjald verður eisini goldið fyri innlimingarárið. Inngoldið limagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, heldur at tørvur er á.
Skuldi tað í felagnum verið tørvur á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin, til útvegan av slíkum peningi, álíkna limunum eykagjald.
Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.
Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella honum, ið er í hansara stað. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kann nevndin geva skrivara fulltrú.
§ 6
Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar. Allar avgerðir á nevndarfundum verða samtyktar við vanligum meiriluta.
§ 7
Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum.
Limirnir hava eina atkvøðu fyri upp til 3 ársverk, millum 4 og 10 ársverk tvær atkvøður, millum 11 og 20 ársverk tríggjar atkvøður, millum 21 og 50 ársverk fýra atkvøður og fyritøkur við fleiri enn 51 ársverkum fimm atkvøður.
Eitt árs eftirstøða í limagjaldi inniber miss av atkvøðurætti.
Limur kann geva øðrum limi skrivliga fulltrú at umboða seg á aðalfundinum.
§ 8
Ársaðalfundurin verður hildin eina ferð um árið - ikki seinni enn 1. mai.
Lýst verður til vanliga aðalfundin minst 14 dagar frammanundan. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, og avger á hvønn hátt hann verður lýstur.
Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:
1. Val av fundarstjóra
2. Framløga av limalista
3. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári
5. Val av nevndarlimum og eykalimum
6. Val av grannskoðara
7. Áseting av limagjaldi fyri komandi árið
8. Ymiskt
Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina.
§ 9
Øll mál, felagnum viðvíkjandi, kunnu viðgerast á vanligum aðal- ella eykaaðalfundi. Lógarbroyting kann bert fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan, og uppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.
Til at broyta felagslógirnar krevst vanligur meiriluti.
Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.
Er vanligi aðalfundurin ikki viðtøkuførur, kann samtykt verða gjørd um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann slíkt uppskot verða samtykt við minst 2/3 av teimum atkvøðum, ið eru umboðaðar á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum er á fundi.
§ 10
Í nevndini sita 3 ella 5 limir. Limirnar sita í 2 ár[1]. Valt verður millum limir felagsins. Harumfamt verða 2 tiltakslimir valdir hvørt ár.
Nevndin skipar seg sjálv. Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av hjástøddu nevndarlimum.
Nevndin kann seta kassameistara og skrivara.
§ 11
Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið í minsta lagið 2 nevndarlimir ella limir, ið umboða minst 1/5 av atkvøðunum, krevja tað. Nevndin ásetir tíð og stað fyri eykaaðalfundin, sum verður kunngjørdur við minst 7 daga ávaring
§ 12
Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.
Roknskapur verður grannskoðaður av felagsins grannskoðara.
§ 13
Felagið kann verða avtikið við aðalfundarsamtykt, treytað av at minst 2/3 av samlaðu atkvøðunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um felagsins avtøku má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting.
§ 14
Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri endamál, sum avtøkuaðalfundurin tekur avgerð um.


[1]Nevndarvalið verður skipað soleiðis: 2 limir verða valdir annað hvørt ár og 1/3 limir annað hvørt ár.
Limayvirlit

Virki

Bygd/bý

Telefon

Heimasíðan

Afry Føroyar

Tórshavn

225252

www.afry.com

Arkitektar 99 v/Jóhan Laksafoss

Tórshavn

363500

www.arkitektar99.fo

Brim Arkitektar

Norðskáli

541010

www.brim.fo

Byggitrygd Sp/f

Tórshavn

239090

www.byggitrygd.fo

Drauschke Consult Føroyar Sp/F

Klaksvík

788150

www.dc.fo

EYA arkitektur Design

Tórshavn

509876

www.eya.fo

Farcon

Tórshavn

274093

Fjalar

Tórshavn

282380

www.fjalar.fo

FORMO P/F

Glyvrar

782828

www.formo.fo

Fuglark Spf.

Klaksvík

457887

HMP Consult, ráðg. verkfrøðingar

Tórshavn

312279

www.hmp.fo

Kontrast Sp/f

Tórshavn

363100

LBF

Tórshavn

636363

www.lbf.fo

Lon - Byggifrøðilig Ráðgeving

Tórshavn

256132

MAP Arkitektar Sp/f

Tórshavn

551900

www.map.fo

Melcon Ráðgevandi verkfrøðingar

Tórshavn

711770

www.melcon.fo

Henning Larsen NA Sp/f

Syðrugøta

225033

www.henninglarsen.com

PB - Consult

Tórshavn

308202

www.pbc.fo

Ráð Sp/F

Tórshavn

610061

Sámal Johannesen

Klaksvík

458228

Selmar Nielsen Arkitektar Spf.

Tórshavn

354811

www.sna.fo

SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar P/F

Tórshavn

353522

www.smj.fo

Spenn, Sp/F

Leirvík

504744

Steingrund Akustik Sp/f

Saltangará

448680

www.steingrund.com

VERKFO

Tórshavn

verkfo@verkfo.fo

Zeta Architects

Tórshavn

299299

www.zeta.fo

Seinast dagført 06. desembur 2023

Nevndarlimir
Ráðgevarablaðið

Ráðgevaraavtur

Tak frymil til ráðgevaraavtalu niður her
Ráðgevarafelagið hevur í samráð við Byggiharrasamtakið latið gjørt ein frymil til eina ráðgevaraavtalu. Endamálið við hesi standardavtaluni er at tryggja limum og byggiharrum at allir neyðugir tættir eru við í avtalugrundarlagnum, tá avtalur um tænastur verða gjørdar.

Tak frymil til undirráðgevaraavtalu niður her
Ráðgevarafelagið hevur latið gjørt eina undirveitara ráðgevaraavtalu, sum ráðgevar og undirráðgevarar teirra kunnu gera sínamillum. Endamálið við hesi standardavtalu er at tryggja limunum, at allir neyðugirtættir eru við til í avtalugrundarlagnum, tá avtalur um tænastur verða gjørdar.

Veitaraskráin
Tekna teg sum lim