Løgfrøðiliga avtalugrundarlagið undir byggivinnuni er, umframt lóggáva á økinum, felags avtalugrundarlagið, sum er millum ymisku aktørarnar í byggivinnuni, so sum byggiharrar, arkitektar og verkfrøðingar umframt arbeiðstakarar.
Avtalugrundarlagið er ment í samstarvi millum hesar partar og hetta grundarlag verður alsamt ment og styrkt.
Avtalugrundarlagið sum verður brúkt í føroysku byggivinnuni er meinlíkt danska avtalugrundarlagnum, tó við nøkrum frávikum við støði í føroyskum viðurskiftum (ABF06). Í 2018 var danska avtalugrundarlagið dagført og eftir hetta var farið í holt við at dagføra føroyska avtalugrundarlagnum. Arbeiðið er komið væl áleiðis.
Ráðgevarafelagið er við í arbeiðsbólkinum, sum endurskoðar avtalugrundarlagið fyri byggivinnuna og útgangsstøðið hjá felagnum er, at so fá frávik skulu verða sum møguligt frá tí danska.