Reiðarafelagið fyri Handilsskip

DSC 2504
Jens Meinhard Rasmussen formaður
Henzar
Hentzar Steingrímsson næstformaður

Stutt um felagið

Endamál felagsins er at savna allar reiðarar fyri føroysk handilsskip, til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningarnar á føroyskum handilsskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna. RFH er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og umsiting felagsins er í Vinnuhúsinum.

Mál hjá felagnum

1. Víðka um ávirkan og skerpa profilin hjá RFH
2. Tryggja at vinnan lýkur altjóða krøv
3. Tryggja at vinnan er kappingarfør í altjóða høpi
4. Fáa øll føroysk reiðarí innan handilsskip sum limir
5. Betra tænastu til limir
6. Fíggjarligt skynsemi

Vision
Shipping skal vera millum 4 tær størstu útflutningsvinnurnar í Føroyum

Mission
Savna allar reiðarar fyri føroysk handilsskip, og útinna felags áhugamál

Hagtøl yvir starvsfólk

Hagtøl yvir starvsfólk í shippingvinnuni

Reiðarafelagið fyri Handilsskip ger árliga eina kanning fyri tal av starvsfólkum innan vinnuna. Kanningin vísir, at handilsflotin skapar nógv arbeiðspláss, bæði á sjógvi og á landi.

Les meira

Depositphotos 530395176 XL

Betri marknaðaratgongd

Føroyar má fáa fleiri tvískattaavtalur enn tær, vit hava í dag. Serliga verður hugsað um lond, har okkara skip hava møguleika at virka aktivt beint nú, men eisini er neyðugt at hava atlit til framtíðar møguleikar.
Eisini skal ferð setast á arbeiðið at fáa avtalur um cabotagusigling í londunum í Europa.

Norrøna
Tryggja kappingarføri í vinnuni

Tryggja kappingarføri í vinnuni

Handilsflotin er ein altjóða vinna, sum virkar undir altjóða treytum um allan heim.

Les meira

Depositphotos 35703005 XL
Shipping ein týðandi útflutningsvinna

Shipping ein týðandi útflutningsvinna

Menningin av føroyska handilsflotanum hevur ført til nýggjar vinnumøguleikar á sjógvi og landi.

Les meira

12Feb17 0006

Meira um felagið

Um felagið

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur sum høvuðsendamál at savna reiðaríir fyri handilsskip. Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og samráðist saman við hesum um lønarsáttmálar við manningarfeløgini.

Felagið arbeiðir fyri at karmarnir hjá handilsflotanum eru teir bestu, og roynir tískil at ávirka politikarar og myndugleikar til at taka røttu avgerðirnar. Felagið umboðar eisini limirnar mótvegis somu pørtum.

Limirnir eru virknir innan m.a. siðbundnan farmaflutning, ferðafólkaskip og tænastuskip innan alivinnu og oljuvinnu. Harumframt fevnir shipping eisini um atknýtt virksemi á landi. Tey flestu skipini í RFH eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS). Talið av skrásetingum í FAS er vorðið meira støðugt seinastu árini, og hetta ger seg eisini galdandi fyri limatalið í RFH.

Jórun Gardar, ráðgevi
Fartlf: 739913 | t-post: jorun@industry.fo

Lóg felagsins

§ 1

Navn felagsins er Reiðarafelagið fyri Farmaskip og heimstaður felagsins er Tórshavn.

 

 § 2

Endamál felagsins er at savna allar reiðarar fyri føroysk farmaskip til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningarnar á føroyskum farmaskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna.

§ 3

Reiðarir og eigarir av føroyskum farmaskipum kunnu gerast limir í felagnum við at venda sær til felagið, og um nevndin játtar teimum felagskap.

§ 4

 Aðalfundurin

Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum. Atkvøðrætt á aðalfundinum hava felagslimirnir við einari atkvøðu fyri hvørjar 1.000 krónur goldnar í limagjaldi.

Ein limur hevur rætt til at geva umboð fulltrú til at møta á fundum felagsins og greiða atkvøðu sína vegna.

§ 5

Tann vanligi aðalfundurin verður hildin eina ferð um árið innan 1. juli. Aðalfundurin verður hildin í Tórshavn.

Nevndin ásetur tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur limunum við minst 14 daga ávaring við brævi til hvønn einstakan lim.

 

§ 6

Øll mál felagsins viðvíkjandi kunnu verða viðgjørd á vanliga aðalfundunum. Tó kann lógarbroyting bert fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan og broytingaruppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.

Til at broyta felagslógir, krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu avkvøðunum eru fyri lógaruppskotinum, og at tað í minsta lagi helvtin av limunum hava atkvøtt fyri.

Um ikki nóg nógvir limir eru komnir á tann vanliga aðalfundin, har uppskot er frammi um at broyta lógirnar ella aðra samtykt, ið krevur, at í minsta lagi helvtin av øllum, ið eiga atkvøðurætt, skulu atkvøða fyri, kann samtykt verða gjørd um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann uppskotið um lógarbroyting ella aðra samtykt samtykkjast við minst 2/3 av teimum atkvøðunum, ið umboðaðar eru á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum eru á fundi.

Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:

    1. Framløga av limalista
    2. Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum.
    3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna árinum.
    4. Val av nevnd
    5. Val av grannskoðara
    6. Nevndarlimasamsýning og fundarpeningur.
    7. Ymiskt

Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina, sum verður undirksrivað av teimum hjástøddu limunum ella umboð teirra.

Um ikki formaðurin leiðir fundin, kann aðalfundurin velja fundarstjóra.

Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.

Eingin kann greiða atkvøða í egnari søk.

§ 7

Eykaaðalfundurin í felagnum kann verða hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá ið limir, ið umboða minst 1/3 av limunum, krevja tað. Nevndin avgerð tíð og stað. Lýst verður til eykaaðalfundar á tann hátt og so langa tíð frammanundan, sum nevndin avgerð.

§ 8

Nevndin

Í nevndini sita 3 til 7 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar. Nevndarlimir skulu hava skrásettan bústað í Føroyum. Limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Nevndin skipar tað soleiðis, at ikki allir limirnir standa fyri valið hvørt ár.

Í tann mun hetta er gjørligt, eiga allir viðkomandi skipabólkar at verða umboðaðir í nevndini.

Somuleiðis verður valdur ein roknskapargrannskoðari av aðalfundinum.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni.

Nevndin setur skrivara og ásetur løn hansara.

Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av teimum hjástøddu nevndarlimunum.

§ 9

Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar.

Eingin gyldug samtykt kann verða gjørd á nevndarfundi uttan minst helvtin av nevndarlimunum taka lut í atkvøðugreiðluni, antin við at vera til staðar ella gjøgnum telefon. Eingin kann vera við til at viðgera síni egnu søk. Berst onkrun frá nevndarlimunum, kann formaðurin boðsenda tiltakslimi, um hann heldur tað vera neyðugt.

§ 10

Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.

Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av felagsins roknskapargrannskoðara.

Roknskapurin fyri árið skal liggja frammi uppgjørdur og grannskoðaður minst 14 dagar áðrenn ársaðalfundin.

§ 11

Hvør limur hevur skyldu til gjølla at halda lógir felagsins.

Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar. Um limur tí ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, skal nevndin geva honum eina frest uppá ein mánaða at fáa viðurskifti síni í rættlag við felagið aftur.

 

§ 12

Skyldur og rættindi limanna

Hvør limur greiðir eitt av nevndini ásett árligt limagjald, sum í mesta lagi er 2,0625 prom. av allari A-inntøku, limurin hevur útgoldið í Føroyum í farna álmanakkaári og 4.000 kr fyri hvørt skipið fleiri enn eitt skip, tó í mesta lagi 25 % av samlaða limagjaldinum. Nevndin ásetur eitt minstagjald.

Reiðaríir, sum eru skipaði í somu koncern, verða í mun til limagjald at meta sum eitt og sama felag.

Limagjaldið er grundað á útgoldnar lønir, undantiknar lønir til stjórn og nevnd, undanfarna álmanakkaár.

Skuldi felagnum verðið tørvur á meiri peningi fyri at fremja serstøk mál, so kann nevndin royna at útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin til útvegan av slíkum peningi álíkna limunum eykagjald av hvørjum kalendarári, tó ikki størri enn tað, ið svarar til tey vanligu limagjøldini.

Allir limir hava skyldu til at uppgeva til felagið, innan 15. februar, hvussu nógv er útgoldið í A-inntøku undanfarna ár.

Ognir felagsins verða varðveittar á tryggan hátt i banka, sparikassa ella í lánibrøvum.

 

§ 13

Uppsøgn av limaskapi og avtøku felagsins

Siga seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við innskrivaðum brævi til felagið og við 6 mánaða ávaring til ein 1. januar. Tó kann eingin fara úr felagnum, meðan arbeiðstræta er, uttan so at nevndin gevur loyvi til hetta.

§ 14

Felagið kann verða tikið av við aðalfundarsamtykt, men einans tá ið minst 2/3 av samlaðu limunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um avtøku felagsins má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting.

 

§ 15

Verður felagið tikið av, tekur aðalfundurin avgerð um, hvussu ognir felagsins skulu nýtast.

Limayvirlit
LimurSkipBRT
Thun Sp/fSunnanhav5.325
Kalkvik5.325
Mornes5.385
Naven2.497
Eken2.556
Nordanhav5.953
Östenhav3.800
Nossan2.248
Ice Crystal3.618
Snow Crystal2.990
Tidan2.250
SVITZER Faroe Islands P/FSkuld485
Boss496
Freja467
Svitzer Bjørn356
Svitzer Oden670
Svitzer Bob467
Svitzer Hymer575
Svitzer Tyr641
Svitzer Gaia433
Svitzer Geo433
Svitzer Embla499
Dynan357
Navigare Shipping (Frakt & Sand Sp/F)Hav Atlantic MV2.820
Hav Streym MV2.345
Hav Nes MV2.026
Hav Sand MV1.360
Hav Tind MV909
Hav Saga2.030
Hav Nordic2.030
Hav Skandic2.026
Hav Alda2.301
Hav Vestlandia2.460
Hav Nordlandia2.460
Faroe Ship P/fSelfoss3.085
Lagarfoss4.808
Holmfoss2.092
Polfoss2.092
Svartfoss1.332
Dettifoss8.400
Bruarfoss8.400
Eldborg Invest P/F Eldborg2.814
Skansi Ship InvestSæborg3.260
Sjóborg4.000
Tórsborg3.309
Kongsborg4.075
Sp/f Smyril Line AgencyEystnes4.610
Hvítanes4.636
Mykines10.585
Akranes18.979
Smyril Line P/FNorrøna M/F35.966
Thor P/FThor Alpha1.051
Thor Omega1.061
Sandgrevstur P/FVitin2.449
Vestborg1.106
Sandfrakt443
Fame549
Bakkafrost FarmingHans á Bakka M/S3.565
Martin M/S2.466
Rólant M/S2.168
Bakkanes M/S2.169
Skipafelagið NorLines Sp/fKvitbjørn9.132
Kvitnos9.132
Silver Liner Faroe Islands Sp/fSilver Pearl3.968
Samskip P/FArnarfelli M/S8.890
Helgafelli M/S8.890
Bal-Bulk P/FBal-Bulk M/S1.524
Unicorn Spf.Lister2.863
Listervik2.863
Nevndarlimir