Mynd 1: Sjófólk í reiðaríum undir RFH, januar 2023.
Sum stabbamyndin vísir, skapar henda vinnugrein nógv arbeiðspláss. 1. januar 2023 eru í alt 1612 starvsfólk knýtt at vinnugreinini, bæði á sjógvi og á landi. 1.304 sjófólk eru umbroð á skipum undir RFH, og 308 starvsfólk arbeiða á landi.
Talið av føroyskum sjófólki er økt 7% seinasta árið, frá 487 1. januar 2022 til 523 1. januar 2023. Talið av sjófólkum, sum ikki eru norðurlendingar, er somuleiðis økt, meðan talið av norðurlendingum stendur nøkulunda í stað. Tilsamans er talið av sjófólki økt seinasta árið við uml. 6%.
Størsta avbjóðingin ísv. manning er at finna skikkaða arbeiðsmegi til skipini. Handilsskip virka undir altjóða krøvum og reglum, sum setur strong krøv til manning. Sum dømi kann nevnast krav um fulltiknar dekkarar. Í Føroyum er avbjóðingin at finna fulltiknar dekkarar, tí fáir fulltiknir dekkarar eru her á landi. Hóast útbúgvingin er sett á stovn á Sjónámi, eru framvegis alt ov fá, sum fullfíggja lærutíðina.
Tað er tí alneyðugt hjá handilsflotanum at hava útlendsk sjófólk umborð á skipum okkara. RFH heldur, at skal handilsflotin hava bestu sømdir at virka undir er neyðugt við ávísum broytingum í lógarverkinum ísv. setan av útlendskari arbeiðsmegi. Eitt nú er neyðugt at hækka markið av atkomum í havnum, áðrenn neyðugt er við arbeiðsloyvi til útlendingar.
Mynd 2: Sjófólk í reiðaríum undir RFH, skift á stað (sjófólk og fólk á landi), januar 2023.
Mynd 3: Sjófólk í reiðaríum undir RFH, skift á tjóðskap, januar 2023.