Sáttmál

Útboð

Virðismiklasta vøran í samskiftisvinnuni er góða hugskotið, góða sniðið og smarta loysnin. Vøran verður vanliga skapt í drúgvari tilgongd, og hon skal sjálvsagt verjast og virðast.

Kreativa arbeiðið er ofta partur av einum tilboði, uttan at fáa gjald fyri tað. Høvuðsveitingin – góða hugskotið – skal gerast ókeypis og leggjast fram fyri kundanum í vónini um at vinna tilboðið, men uttan trygd fyri, at tað verður brúkt.

Limafeløgini í Samskifti hava av somu orsøk tikið avgerð um, at vit standa saman um ikki at veita kreativt arbeiði ella ráðgevingararbeiði í tilboðsarbeiði, uttan at hóskandi samsýning er við. Ein hóskandi loysn kann eisini vera, at kundar biðja um tilvísingar um líknandi arbeiði, tá biðið verður um tilboð.