Limaskapur í arbeiðsgevarafelag

Fyrimunir við limaskapi

Sum limur í Føroya Arbeiðsgevarafelagi fær fyritøkan hesar fyrimunir:

Hent amboð á heimasíðuni
Sum limur fær fyritøkan atgongd til bóklingin Vegleiðing um setanarviðurskifti, sum liggur á heimasíðuni industry.fo, og sum svarar mest vanligu spurningunum í sambandi við setanir. Eisini er atgongd til ymiskar skabelónir og standardskriv í sambandi við setanarviðurskifti.

Serfrøðingaráðgeving um setanarviðurskifti
Sum limur er fyritøkan eisini vælkomin at seta seg í samband við okkara ráðgevar, sum hava servitan innan setanarviðurskifti. Eitt nú veita vit ráðgeving í mun til kollektivu sáttmálarnar, sum FAG hevur gjørt við fakfeløgini, og um aðrar spurningar innan eitt nú setan, uppsøgn, feriu, barsil o.s.fr. Eisini hava ráðgevarnir holla vitan um arbeiðsmarknaðarlóggávu.

Ráðgeving um handilsviðurskifti
Limir kunnu seta seg í samband við ráðgeva í Vinnuhúsinum, um spurningar eru um útflutning ella innflutning, eitt nú handilsavtalur, toll, uppruna o.l.

Avsláttur av tiltøkum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri
Sum limur fær fyritøkan kunning um og møguleika at luttaka í kunningartiltøkum o.l., sum felagið skipar fyri. Flestu tiltøk eru ókeypis fyri limirnar. Tó fært tú sum limur eisini avsláttur til tey tiltøk, sum hava eitt luttøkugjald, eitt nú til árliga Vinnudagin.

Hjálp til ósemjur
Sum limur kann fyritøkan fáa hjálp til møguligar ósemjur við fakfeløg.

Ávirkan á lóggávu
Sum limur verður fyritøkan partur av einum felagsskapi, sum hevur tætt samband við myndugleikarnar, tá lóggáva verður smíðað, sum ávirkar vinnuna.

Skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum
Sum limur verður tú partur av einum felagsskapi, sum gjøgnum kollektivar sáttmálar við fakfeløgini tryggjar skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Partur av hesum er eisini ein friðarskylda, sum tryggjar at verkfall ikki kann verða lýst meðan sáttmálin er í gildi.

Skyldur við limaskapi

Við limaskapinum í FAG fylgja eisini nakrar skyldur.

Fylgja viðtøkum og fyriskipanum
Sambært viðtøkunum hjá FAG skulu limirnir fylgja viðtøkum og fyriskipanum felagsins og akta boð felagsins til limin ella limirnar. Hetta merkir m.a. at limir hava skyldu til at virða teir kollektivu sáttmálar, sum felagið ger við fakfeløgini um løn, arbeiðstíðir og treytir annars.

Rinda ásett limagjald
Limir felagsins hava skyldu til at rinda limagjaldið, sum verður ásett einaferð árliga.

Limaskapur undir arbeiðstrætu
Limir kunnu vanliga melda seg úr felagnum við skrivligari fráboðan og einari freist á 6 mánaðir. Tó kann eingin melda seg úr felagnum undir einari arbeiðstrætu, sum limurin er partur av.

Limur, sum ikki heldur sínar skyldur mótvegis felagnum, kann sambært viðtøkunum verða koyrdur úr felagnum, ella verða álagdur bót.

Tekna teg sum lim

Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Handverksmeistarafelag
Reiðarafelagið fyri Handilsskip
Føroya Prentsmiðjufelag