Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Dagføring av toll- og vøruskránni í tolllógini) og fylgibroytingar orsakað av dagførdari toll- og vøruskrá.
Føroyska toll- og vøruskráin, byggir á altjóða vøruskránna hjá World Customs Organisation (WCO), kallað Harmonized System.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við at tað hevur týdning fyri bæði vinnuna og umsitingina av tolløkinum, at føroyska toll- og vøruskráin verður dagførd við jøvnum millumbilum, samsvarandi nýggjastu útgávuni av toll- og vøruskránni frá WCO. Verður hetta ikki gjørt, er avleiðingin sum frálíður at økið verður torførari og ógreiðari fyri bæði myndugleikar og vinnu.
Við hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við lógaruppskotinum um at toll- og vøruskráin verður dagførd, og nýggjasta útgávan av vøruskránni frá WCO verður sett í gildi í Føroyum
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju