Yvirskipað
Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag takka fyri møguleikan at ummæla uppskot um broyting í løgtingslóg um el-riknar hitapumpuskipanir og kunngerð um broyting í kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum.
Fyritøkurnar í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru sera virknar í grøna orkuskiftinum og fegnast um tann stóra leiklut jarðhiti hevur í at tryggja einar grønari Føroyar.
Fyrst er at leggja dent á, at verandi skipan, sum hon er í dag, hevur virkað væl fyri virksemi at veita jarðhita og sostatt eina umhvørvisvinarliga orkuloysn fyri føroyska samfelagið. Í dag er lutfalsliga lítið av óneyðugari umsiting, har avbjóðingar hava verið loystar í skipanini. Umhvørvisstovan (US) hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði hesi mongu árini, og tað hevur verið ein stór hjálp í dagliga virkseminum.
Samanumtikið skilja vit, at ynskið við lógarbroytingini er at skapa eina betri rammu fyri virksemi innan jarðhita, men vit meta, at hetta uppskotið fer at gera tað tyngri og dýrari at arbeiða við jarðhitaboringum. Tað er avgerandi, at borifeløgini hava teirra fleksibilitet til at arbeiða effektivt, og at myndugleikarnir ikki áleggja óneyðugar byrðar, sum dýrka loysnirnar fyri kundan.
Feløgini taka undir við at eftirmeta lóggávu og kunngerð á økinum, tí tað er týdningarmikið arbeitt verður undir skipaðum karmum. Nú hevur hetta virksemi verið í 15 ár, har fyrsta lóggávan kom í 2012. Í hesi 15 ár, er nógv vitan ment, brunnborarar eru blivnir útbúnir, og tey ið bora hava fingið alsamt meiri vitan um jarðfrøðiligu viðurskiftini í Føroyum og hvussu jarðfrøðin er ymisk kring landið. Virksemið er ment á nógvum økjum, reinsiútbúnaður er blivin alsamt betri, aktiviteturin í holinum eftir at bora verður er blivin betri kendur og samstørv eru ment við kommunala og almenna myndugleikan.
Nýggjar ábyrgdir hjá Jarðfeingi og umsitingarlig byrða
Ætlaðu broytingarnar innibera, at Jarðfeingi fær ein munandi størri leiklut enn frammanundan. Vit síggja, at hetta kann elva til meiri umsiting og minni fleksibilitet fyri virksemi. Við veitarum av hitapumpum hava vit í mong ár loyst uppgávur í samstarvi við Jarðfeingi, og tað hevur gingið væl.
Men við hesari broyting verður nú lagt upp til, at Jarðfeingi skal kunna krevja eitt gjald á kr. 2.000 pr. hol. Hetta kennist órímiligt,
serliga tí Jarðfeingi er á landsins fíggjarlóg til at reka sítt virksemi.
Tað sum væntandi kemur at henda, um serstøk gjøld koma á jarðhitaloysnina, er at jarðhitaboringin verður 2.000 kr. dýrari fyri kundan, og tað ger tað minni lokkandi hjá kundanum at gera íløguna. Tað eigur undir fíggjarligar avleiðingar at verða lýst, at lógaruppskotið hevur eina kostanaðarøking við sær fyri endabrúkaran. Hóast tað formliga er installatørurin, sum fær rokningina fyri virksemið hjá Jarðfeingi, endar rokningin í seinasta enda hjá endabrúkaranum.
Viðgerðartíð og praktiskar avbjóðingar
Í lógaruppskotinum verður ásett, at Jarðfeingi innan7-14 dagar skal avgreiða sínar mátingar. Tað kann í summum førum vera ein avbjóðingat skula bíða 14 dagar, serliga um kundin skjótt skal hava hita á húsini. Bíðitíðin kann skapa óneyðugar seinkingar fyri installatørar, og hetta verður ein forðing fyri effektivari arbeiðsgongd. Tað er umráðandi, at Jarðfeingi fer skjótari til verka, tá tað er neyðugt.
Serstakar viðmerkingar til lógina:
Uppskot til broyting í § 5: “Kommunan skal senda umsóknir um loyvi at gera eina jarðhitaskipan til ummælis hjá Umhvørvisstovuni og Jarðfeingi við eini svarfreist upp á 4 vikur, sum kann verða longd undir serligum umstøðum.”
Viðmerking: Hóast svarfreistin uppá 4 vikur eisini er í verandi kunngerð, verður mælt til at stytta tað niður á 1-2 vikur, ið kann leingjast undir serligum umstøðum (feriutíð o.a)
Uppskot til broyting í § 6, stk. 2, punkt 4: “Hvussu, hvar og nær boritilfar skal burturbeinast“
Feløgini meta ikki, at hetta er eitt krav, ið ein kommuna eigur at seta. Heldur eiga avvarðandi felag ið borar, at tryggja, at boritilfarið verður burturbeint á nøktandi hátt og stað. Tað er avgerandi fyri arbeiðsgongdina og harvið eisini kostnaðin, at borifelagið ikki verður álagt at burturbeina tilfar óneyðuga langt burturi ella til ávís tíðspunkt á degnum, so sum tá tirvingarplássið hevur opið.
Uppskot til broyting í § 8: “Kommunan kann broyta ella taka aftur loyvi, sum eru givin eftir § 3, stk. 1: “
Viðmerking: Feløgini vilja gera vart við, at tað er alneyðugt, at tað verður staðfest, at hetta er áðrenn holið er borað. Ein jarðhitaskipan er ein stór íløga fyri eigaran. Um tað er óvist, um eigarin yvirhvøur fær gagn av íløguni, orsakað av viðurskiftum, sum liggja uttanfyri ræðið hjá eigaranum, er minni sannlíkt, at eigarin velur at fremja skiftið frá oljufýr til jarðhita. Tí eiga tær nýggju treytir, sum eru nevndar í § 8, nr. 1-3 at vera kannaðar, áðrenn jarðhitaholið verður borað. Í hesum sambandi skal vísast á, at myndugleikarnir við nýggju § 14a fáa heimild at geva eigaranum v.fl. ítøkilig boð um rættandi atgerðir.
Eisini virkar tað í § 8, nr. 4 óproportionalt at skulu taka eitt loyvi aftur orsakað av viðurskiftum hjá brunnborara ella installatøri, sum kann vera uttanfyri ávirkan hjá eigaranum av jarðhitaholinum.
Serstakar viðmerkingar til kunngerðina:
Uppskot til broyting í § 3, punkt 3: “vatnmongdum í litrum pr. tíma á ymsum dýpdum.”
Viðmerking: Mælt verður til at strika hetta punktið. Tað er ógreitt hvat endamálið er við hesi áseting. Mett verður ikki at hendan vitanin hevur nakran ágóða fyri brunnborarin. Eisini er tað er ógreitt hvussu hetta verður mált og við hvørji dýpi, mátast skal.
§ 9, nr. 3: “plássið, har boriholið er, skal merkjast við einum frámerki á húsagrundini ella á øðrum sjónligum staði, og”
Viðmerking: Feløgnini mæla til, at hetta punktið verður strikað ella tillagað. Tá søkt verður um loyvi at bora, verða krosstøl upplýst í umsóknini, hvar jarðhitaholið er staðsett og síðani er staðsetingin at finna inni á Kortal.fo (ella inni á nýggju skrasetingarskipanini). Mett verður, at hetta er meiri passandi og tíðarhóskandi háttur at frámerkja, hvar jarðhitaholið er.
§ 9, nr. 4: “tilfar frá boringini skal burturbeinast á ein tryggan hátt, soleiðis at hetta ikki kemur út í nærumhvørvið, t.e. áir, løkir, kloakkir ella út í lendið.”
Viðmerking: Mælt verður til, at hetta punkt verður tillagað soleiðis, at tað kann vera møguligt at koyra út í lendið o.l, um tað annars er avtalað við avvarðandi myndugleika, og tað svarar til at tilfarið verður burturbeint á tryggan hátt.
Uppskot til broyting í § 9, punkt 6: “alt borivatn skal ígjøgnum eina botnfellingarskipan, soleiðis at boristøv og annað ikki kemur út í nærumhvørvið,”
Viðmerking: Mælt verður til at skoyta uppí fylgjandi:
“Um annað ikki er avtalað við avvarðandi myndugleika og annars uppfyllir grein 9, nr. 4”
Uppskot til broyting í § 9, punkt 7: “Markvirðið fyri mongd av boristøvi í borivatni skal í mesta lagi vera 1.000 mg/l”
Viðmerking: Mælt verður til, at hækka markviðrið til 1500mg/l av boristøvi i borivatninum, sum verður leitt út og samstundis strika punkt 8. Soleiðis at um markvirðið er niðanfyri 1500mg/l kann vatnið leiðast út, ella í minsta lagi kann kommunan gera av um markvirðið skal vera 1000 mg/l ella 1500 mg/l. Í summum førum kann grótið væntandi vera ov leiðrut til at halda ov strangt sett markvirði.
Somuleiðis mæla feløgini til, at strika kravdu tiðina, sum byngjan skal standa og heldur halda seg til markvirðið av boristøvi, ið kann verða i borivatninum, sum verður leitt út. Eisini verður mælt til at markvirðið skal siggjast sum eitt miðalvirði fyri eina jarðhitaboring, av tí at jarðildi er ymiskt niður gjøgnum holið.
Uppskot til broyting í § 9, punkt 8: “bingjan skal standa í minsta lagi 24 tímar uttan røring, áðrenn borivatnið verður latið út. Er borivatnið sjónliga skitið, hevur brunnborari skyldu til at steðga við útleiðingini og víða til vatnið er reint.”
Viðmerking: Feløgini gera vart við, at hetta punktið er í andsøgn við punkt 7, tí vatnið verður sjónliga litað væl áðrenn markvirðið er 1000 mg/l.
Uppskot til broyting í § 9 punkt 9: “stálfóðurrør, sum í minsta lagi eru 6 metrar long, skulu stoypast í minsta lagi 2 metrar niðurum fasta hellu og eftir fyriskrivaðari mannagongd hjá Umhvørvisstovuni”
Viðmerking: Feløgini mæla til at strika innskotssetningin " sum í minsta lagið eru 6 metrar long". Orsøkin til at ynski er at fáa tað strikað tann partin er, at tað er umráðandi at fáa fóðurrørið 2 metrar niður um fasta hellu og tað kann uppfyllast, væl áðrenn stálfóðurrørið er 6 metur langt.
Uppskot til broyting í § 11, stk. 2: “Fyri ummæli eftir § 5, stk. 1 í lógini og fyri mátingar, skrásetingar og ráðgeving sbrt. § 7 a í lógini, tekur Jarðfeingi eitt gjald á kr. 2.000 fyri hvørt jarðhitahol.”
Viðmerking: Mæla til at strika hetta stykkið. Hetta fyri at sleppa undan eykakostnaðinum hjá fólki, ið ynskja eina grøna orkuloysn.
Uppskot til broyting í § 11, stk. 3: “Installatørurin skal gjalda gjaldið í stk. 2 til Jarðfeingi í seinasta lagi, tá umsókn um loyvi til jarðhitaskipan verður latin kommununi.”
Viðmerking: Mælt verður til at strika stykkið.
Vegna Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag,
Marius Thomassen, ráðgevi