Hoyringssvar til broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi - og broyting í løgtingslóg um toll (f-gass)

06. september. 2023 | Hoyringssvar

Vinnuhúsið takkar fyri møguleikan at viðmerkja broytingarnar viðvíkjandi f-gassum, í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi og í løgtingslóg um toll. Broytingaruppskotini hava við sær, at avgjøld verða løgd á f-gass, sum gera tað dýrari hjá vinnuni at innflyta f-gass frá 1. januar 2024.


Vinnuhúsið tekur fult undir við at fara undir tilgongd, fyri at fáa umlagt køliskipanir við f-gassi, so útlatið av vakstrarhúsgassi minkar. Fyri vinnuna verður tað eitt stórt og kostnaðarmikið tak at fáa skift út verandi skipanir. Á landi og umborð á føroyskum skipum eru uml. 1.000 køliskipanir. Um skiftið skal eydnast væl, er neyðugt at umleggingin er væl fyrireikað.


Avgjøldini, í broytingaruppskotinum, verða á sama prísstigi sum í grannalondunum og eru hægri fyri f-gass við høgum vakstrarhúsgass potentiali. Vinnuhúsið vil vísa á, at í norsku skipanini(1) fær tann, sum letur f-gass inn til góðkendan móttakara, avgjaldið afturgoldið. Hetta fyri at tryggja, at f-gass verða latin inn til góðkenda burturbeining, ístaðin fyri út í luftina. Sambært broytingaruppskotinum verða føroysku avgjøldini ein meirinntøka til landskassan og ætlanin er, at partur av inntøkuni skal fíggja eina góðkenda innsavningar- og burturbeiningarskipan. Vinnuhúsið vil í hesum sambandi vísa á, at endamálið við avgjøldunum er at fáa f-gass burturbeind á rættan hátt, tí er gott at fylgja norska leistinum, ið eggjar til at lata f-gass inn.


At enda er neyðugt at vísa á, at við ætlaðu avgjøldunum fer kostnaðurin fyri f-gass at tvífaldast. Hetta fer veruliga at skunda undir umleggingar til aðrar køliskipanir. Í broytingaruppskotinum um avgjald stendur, at tað ikki er greitt nær ein innsavningar- og burturbeiningarskipan fyri f-gass kann setast í verk. Av umhvørvisorsøkum metir Vinnuhúsið ikki, at tað er skilagott at seta avgjøldini í verk, áðrenn ein innsavningar- og burturbeiningarskipan er tøk. Um vinnan verður fíggjarliga pressað til at leggja um til aðrar køliskipanir, uttan at ein góðkend burturbeiningarskipan megnar at taka ímóti útskiftu f-gassunum, kann hetta í ringasta føri fáa tær fylgir, at f-gass, av neyð, verða latin út í luftina. Hetta vildi gjørt, at avgjøldini beinleiðis arbeiddu ímóti endamálinum.


Vinnuhúsið fer tí at mæla til, at útseta ætlaðu gildiskomuna fyri avgjøld nøkur ár fram, t.d. til 2026 ella 2027. Hetta tryggjar eina skynsama umlegging og eina tryggja burturbeining.


Vinarliga


Føroya Arbeiðsgevarafelag
Súsanna Berg

Sí uppskotini her:

Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Avgjald Á Framleiðslu Og Innflutningi

Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Toll (Tolllógin)

1 Sí nærri kunning um norsku skipanina her: https://www.skatteetaten.no/bedrift-og-organisasjon/avgifter/saravgifter/om/hfk-pfk/ og https://www.miljodirektoratet.no/ansvarsomrader/klima/f-gasser/