Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum

Hoyringarsvar frá Føroya Ráfiskakeyparafelag

Føroya Ráfiskakeyparafelag 25. mars. 2025 | Hoyringssvar

Føroya Ráfiskakeyparafelag takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til broyting í kunngerð um landing í Føroyum (Undantak fyri makrel og norðhavssild veidd í norskum sjógvi).

Avleiðingin av uppskotinum er væntandi, at minni makrelur og sild kemur til virkingar í Føroyum enn undir galdandi reglum.

Føroya Ráfiskakeyparafelag skilir at uppskotið er ein liður í avtaluni við Noreg, og sostatt er ein fyritreyt fyri, at føroysk skip kunnu fiska part av føroysku makrelkvotuni og alla norðhavssildakvotuna í norskum sjógvi. Felagið metir tó, at føroyskir myndugleikar eiga at raðfesta, og hava eina greiða ætlan fyri, hvussu ein størri partur av føroysku rávøruni kann verða landað og víðari virkað í Føroyum.

Felagið hevur fleiri ferðir víst á, at ein av høvuðstrupulleikanum í føroysku fiskivinnuni seinnu árini hevur verið manglandi rávøra. Tískil eigur fiskivinnupolitikkurin í Føroyum eisini at tryggja, at mest møguligt av tilfeinginum verður umsitið soleiðis at hetta skapar mest virðir í Føroyum – bæði í mun til inntøkur til fiskivinnuna, til arbeiðspláss í Føroyum, og til virðisøking í Føroyum.

Føroya Ráfiskakeyparafelag vil tí vísa á, at hóast hetta uppskotið hevur sínar fyrimunir í mun til at tryggja føroyskum skipum atgongd til fiskiskap í norskum sjógvi, so er neyðugt, at myndugleikarnir altíð hava ein greiðan málsetning um at fáa sum mest av rávøru um føroyskan kajkant at virkað í Føroyum til frama fyri føroyska búskapin.