Vinnuhúsið hevur ongar ítøkiligar viðmerkingar til kunngerðina, men skal tó gera vart við, at man í flestu vinnugreinum, har talan ikki er um avmarkað felags tilfeingi, er farin frá einari loyvisskipan við avmarkaðari atgongd.
Heldur ger man generellar reglur, sum fyritøkur í vinnugeinini skulu lúka, um man heldur at fría kappingin ikki í sær sjálvum førir til nøktandi úrslit.