Hoyringsskriv til uppskot til kunngerðir um at hækka gjøldini, ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur fyri løggildingar, loyvisbrøv og eftirlit.
Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt og kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur niðanfyristandandi viðmerkingar til uppskotini.
73 gjøld hækka yvir 20% í miðal
Í omanfyrinevdnu kunngerðum eru ásett 73 gjøld í alt, ið fevna um tænastur og eftirlit av ymiskum slag. Ein samanbering av núverandi gjøldum og teimum gjøldum, sum kunngerðirnar leggja upp til, so hækka hesi 73 gjøldini við yvir 20% í miðal. Einasta grundgeving, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag dugir at síggja til uppskotið er, at talan er um eina dagføring av gjøldunum. Í hesum sambandi skal gerast vart við, at gjøldini í tí eini kunngerðini eru ásett so seint sum í september 2023. Tað kann tí ikki rópast ein dagføring, at hækka hesi gjøld við omanfyri 20% í miðal.
Eitt gjald sambært kunngerð má standa í mát við útreiðsluna av tænastuni
Tá eitt gjald verður sett sambært kunngerð, hvørs endamál er fyri veiting av eini tænastu ella einum eftirliti, so má hetta gjald í mesta lagi standa mát við ta útreiðsluna, ið stendst av veitingini.
Tá uppskotini ikki hava tilhoyrandi frágreiðing um, hvussu hendan dagføringin stendur í mát við tær útreiðslur, ið standast av virkseminum, so skal Føroya Arbeiðsgevarafelag heita á ráðið um at eftirkanna, um samsvar er millum hækkaðu gjøldini og kostnaðin av virkseminum, sum gjøldini eru fyri. Er ikki talan um eina útreiðslugrundaða hækking, er talan um ólóglig gjøld, og ráðið eigur tískil at tryggja sær, at grundarlag er fyri uppskotnu broytingunum.
Í fíggjarlógini fyri 2025 sæst, at játtanin til stovnin verður framskrivað við lønarvøkstrinum. Hækkandi lønirnar innan tað almenna eru tí ikki ein grundgeving fyri at hækka gjøldini.
Uppskot til Kunngerð um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt