Svar frá Ferðavinnufelagnum
Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskot til ll. um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19.
Ferðavinnufelagið hevur síðani hjálparpakki 3 fór úr gildi víst á tørvin á hjálparpakka 4 fyri ferðavinnuna.
Felagið fegnast tí um, at uppskotið um hjálparpakka 4 er greitt úr hondum og klárt at bera løgtinginum.
Felagið hevur tó nakrar ítøkiligar viðmerkingar til uppskotið:
Av tí at talan er um eitt longri stuðulstíðarskeið enn í hjálparpakka 3, eigur ikki at vera hildið fast í 10 mió kr. sum hægsta stuðulsupphædd. Hægsta stuðulsupphædd eigur í hjálparpakka 4 at vera 14 mió kr., sum er samsvarandi einum átta mánaðar tíðarskeiði.
Harafturat heldur felagið tað ikki vera rímiligt, at stuðulin, sum ávísar fyritøkur hava fingið í vetur vegna afturlating av teirra virksemi, skal mótróknast í hjálparpakka 4. Hetta er ikki rímiligt, tí tann stuðulin var veittur, tí myndugleikarnir stongdu fyri virkseminum hjá hesum fyritøkum.
Hjálparpakki 3 tók ikki atlit til stóru kapasitetsøkingina í gistingarhúsvinnuni í 2020. Hesum verður í ein ávísan mun lagt upp fyri í grein 5 í hjálparpakka 4. Kapasitetsøkingin í 2020 fevndi um tvey nýggj gistingarhús og eina stóra útbygging av einum verandi gistingarhúsi. Annað gistingarhúsið er sum kunnugt ikki fevnt av hjálpakka 3 og 4.
Grein 5, stk. 3 leggur upp fyri eini kapasitetsøking, um talan er um eitt nýtt gistingarhús á einari aðrari adressu enn verandi gistingarhús. Broytingin fevnir hinvegin ikki um eina útbygging av einum núverandi gistingarhúsi á somu adressu. Ferðavinnufelagið mælir til, at ein tílík kapasitetsøking eisini verður fevnd av grein 5, soleiðis at allir partar vera settir líka.
Útrokningargrundarlagið í mun til kapasitetsøkingina verður ikki nærri útgreinað í lógaruppskotinum, men felagið væntar at verða hoyrt, tá ið nærri ásetingar verða settar um hetta í kunngerð.
Ein onnur broyting í uppskotinum er, at uppgerðin skal áteknast av góðkendum grannskoðara, um stuðulsupphæddin er omanfyri 120.000 kr. Ferðavinnufelagið mælir í hesum sambandi til, at útreiðslur til grannskoðara í sambandi við umsókn til hjálparpakka 4 og harumframt til grandskoðaraváttanina verða endurrindaðar, um umsóknin verður gingin á møti.
Annars tekur Ferðavinnufelagið undir við uppskotinum og gleðist um, at hjálp nú er á veg til føstu útreiðslurnar hjá sperdu ferðavinnufyritøkunum.
Ummælisfreistin var nakað stutt og væntast má, at tað er møguligt, at fleiri viðmerkingar koma eftir at freistin er farin.