Rundskriv um byggiverkætlanir

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag

27. mai. 2024 | Hoyringssvar

Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava fingið til hoyringar uppskot til Rundskriv um byggiverkætlanir. Fyrst skal sigast at feløgini fegnast um, at myndugleikarnir taka uppgávuna í álvara at stýra almennum byggiverkætlanum. Feløgini hava tó onkrar viðmerkingar til uppskotið.

Yvirskipaðar viðmerkingar
Feløgini halda, at uppbygnaðurin av skipanarháttinum í uppskotinum tykist nakað torskiltur. Vandin við at hava fleiri leiðsluløg við stýrisbólki og bygginevnd útyvir byggiharraleiklutin er, at støðutakan og ábyrgd gerst truplari at staðfesta. Í einari og hvørjari byggiverkætlan er avgerðandi at stígur ikki kemur í vegna manglandi støðutakan.

Yvirskipað er tað umráðandi at talan er um ein einstreingjaðan bygnað við einfaldum “kommandolinjum”, greiðum heimildum at taka avgerðir, og við fáum organisatiónsløgum.

Tað er týdningarmikið at arbeitt verður við at gera bygnaðin fyri almenna byggiharran so einfaldan sum gjørligt. Tað er ikki talið á fólki sum er avgerandi, men at tey fólkini sum eru í eindini eru sera væl kvalifiseraði, serliga innan sáttmálastýring, verkætlanarstýring og fíggjarstýring innan bygging. Partur av hesum er eisini førleikin at gera kravfestingar.

Eisini er umráðandi, at starvsfólkini í hesari eindini, sum taka sær av nýbyggingum, ikki verða órógvaði av øðrum meira rakstrarkendum uppgávum, t.e. viðlíkahald, kavarudding, skervframleiðslu, asfaltframleiðslu, smiðjur, tunnilsarbeiði o.s.fr., so tey kunnu hugsavna seg um kjarnuuppgávurnar í s.v. nýbygging og umbygging.

Ítøkiligar viðmerkingar

2. Endamál 
Í punkti 2.2 verður víst til AB-regluverkið. Her er rættast at skriva ABF-regluverkið, av tí at vit í Føroyum hava nakrar serstakar ásetingar, sum víkja frá donska AB-regluverkinum.

Víðari í sama punkti verður ásett, at Landsverk skal grundgeva fyri tí, tá man víkir frá reglunum. Hetta halda feløgini vera púra óskiljandi. Landsverk má fylgja lógum og reglum.

7. Játtan og fíggjarstýring
Í rundskrivinum framgongur, at “tá ið verkætlanin er liðugt fyrireikað, arbeiðstøkuútboð hevur verið, og kostnaðurin er kendur, tekur ánarin endaliga støðu til, um verkætlanin skal halda fram. Ánarin ger uppskot til verklagslóg, sum verður lagt fyri Løgtingið.“ Hetta ber snøgt sagt ikki til.

Tað fer í fleiri førum at ganga fleiri mánaðir frá tí, at útboðið er hildið og til játtan er fingin. Tá er vandi fyri at verkætlanin bæði kann verða dýrkað, og at møguligir bjóðandi hava fingið aðrar uppgávur ella verkætlanir at taka sær av, og tískil kunnu fortreytirnar fyri einari væleydnaðari verkætlan verða broyttar nógv til tað verra.

Fyri byggifyritøkur snýr alt seg um røttu fólkini við røttu førleikunum til ávísu verkætlanirnar. Gongur ov long tíð frá tilboði, til at verkætlanin byrjar, er vandi fyri, at fólkini eru farin til aðrar verkætlanir. Tá er vandi fyri, at tað als ikki kemur at ganga sum ætlað.

Við røttu førleikunum hjá byggiharra eigur tað at verða møguligt at meta um kostnaðin innan fyri rímiligt mark, soleiðis at løgdu fíggjarkarmarnir fara at halda.

Fíggjarkarmurin eigur at verða tað fyrsta, ið verður lagt og verkætlanin síðani projektera innan lagda karmin og ikki øvugt. Fíggjarkarmurin eigur at verða lagdur alt eftir funktión og arkitektoniskum ambitiónum og møguliga eisini torleikastigi. Hetta eigur og skal verða møguligt - Hitt er roynt við ringum royndum.

Vandin við at leggja játtanina eftir at verkætlanin er projektera og útboðin, er at alt verður óneyðuga kostnaðarmikið, og tað almenna fer at fáa alt ov lítið fyri peningin.

Vinarliga

Føroya Handverksmeistarafelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Les rundskrivið her