Rundskriv um byggiverkætlanir til hoyringar

Hoyringssvar frá Ráðgevarafelagnum

Ráðgevarafelagið 23. mai. 2024 | Hoyringssvar | Ráðgevaravinna

Nevndin í Ráðgevarafelagnum hevur havt rundskrivið til viðgerar.

Ráðgevarafelagið hevur ikki stórvegis viðmerkingar, tí hetta eru mannagongdir, sum eru kendar.

Ráðgevarafelagið kundi tó hugsað sær, at hetta altíð var galdandi fyri stovnar, feløg, grunnar o.o. Ikki sum tað stendur í 3.2  at: Landstýrisfólk kunnu í einstøkum føri gera  av um hetta skal verða galdandi.

Vit halda eisini at “minni verkætlan”  í pkt 5.1.1 og 5.1.3 er ógreitt. Hvat er ein “minni verkætlan”. Er tað pengar ella stødd?  Vit mæla til, at hetta verður allýst hvat skilst við hetta. Vit halda ikki, at tað er heppi, at tað skal verða upp til tann einstaka at meta um.

Alment halda vit eisini at hetta fer ikki at broyta stórvegis . Hetta er alt kendar mannagongdir.