Vinnuhúsið hevur fingið uppskot til broytingar í kappingarlógini til hoyringar, aftur hesaferð við sera stuttari freist.
Endamálið við uppskotinum er at víðka um heimildirnar hjá Kappingarráðnum. Ítøkiliga fær Kappingarráðið heimild til at gera marknaðargreiningar, um ábendingar eru um, at viðurskifti ella framferð á viðkomandi marknað forða, avlaga ella hava skaðilig árin á kappingina á marknaðinum. Um marknaðargreiningin vísur, at tað eru viðurskifti sum forða kappingina, kann Kappingareftirlitið geva boð við tí endamáli at steðga skaðiligu árini.
Í almennu viðmerkingunum er grundgevingin fyri broytingina serliga, at tørvur er á at hava betri eftirlit við matvøruprísunum, og at hava betri amboð í mun til at tálma inflatiónina.
Vinnuhúsið skal í hesum sambandi vísa á, at einki bendir á, at tær príshækkingar, sum serliga hava verið síðani 2021, eru íkomnar orsakað av øktum vinningi hjá føroysku handlunum. Tvørturímóti hevur føroyska handilsvinnan havt trupult við at taka hædd fyri skjótt hækkandi prísunum frá veitarunum.
Á heimasíðuni hjá Hagstovuni verða roknskaparhagtøl fyri vinnugreinar uppgjørd. Um hugt verður eftir gongdini, síðani inflatiónin tók dik á seg, sæst, at nettomarginurnar eins og EBITDA-marginurnar í handilsvinnuni eru lækkaðar frá 2021 til 2022. Hetta er bæði galdandi fyri handilsvinnuna sum heild, og fyri tann partin, sum fæst við smásølu av øðrum enn motorakførum (herundir matvørur). Tøl fyri 2023 eru ikki tøk enn.
Vinnuhúsið mælir tí til, at tað í viðmerkingunum verður grundgivið nærri og ítøkiliga fyri tørvin á nýggjari lóggávu í mun til inflatiónina, ikki minst tá uppskotið hevur við sær eyka starvsfólk og umsitingarkostnað hjá Kappingareftirlitinum. Eisini skal vísast á, at tað sum heild er virkin kapping millum matvøruhandlar í Føroyum.
Í lógaruppskotinum stendur einki um, at marknaðargreiningar eftir § 29a skulu sendast til viðmerkingar hjá teimum umfataðu fyritøkunum. Vinnuhúsið tekur tað sum givið, at ætlanin er at gera hetta, serliga tá innihaldið í marknaðargreiningini ikki kann kærast. Tað átti tó at verið skrivað í viðmerkingarnar til lógaruppskotið.
Vinarliga,
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum