Ummæli av uppskotið til kunngerð um fýrverk o.a.

Handilsvinnufelagið 22. november. 2023 | Hoyringssvar | Handilsvinna

Sí uppskotið her

Handilsvinnufelagið hevur fingið uppskot til kunngerð um fýrverk o.a. til hoyringar. Handilsvinnufelagið hevur viðgjørt uppskotið og hevur hesar viðmerkingar.


Innleiðandi er Handilsvinnufelagið fegið um, at tað koma meiri skipaðar reglur um fýrverk, ið skal handfarast við stórsta varsemi. Uppskotið hevur tó viðurskifti í sær, ið eftir okkara meting ikki kunnu handhevjast umframt viðurskifti, hvørs endamál ikki tykist at verða grundgivið fyri.


Seinasti søludagur finst ikki
Uppskotið til kunngerð leggur upp til, at fýrverk skal vera merkt við einum seinasta søludegi. Fýrverk hevur ikki ein seinasta søludag, og tí er hetta ikki møguligt hjá einum føroyskum innflytara at handhevja. Fýrverk er merkt við einum framleiðslu ári, og um goymt undir røttum umstøðum, kann frýverki, um neyðugt, vera gott í fleiri ár.


Tá seinasti søludagur ikki verður merktur á fýrverk, sum í stórstan mun verður framleitt í Kina, er tað ógørligt hjá einum føroyskum innflytara at handhevja hetta. Um ásetingin er sett inn fyri at tryggja, at vandamikið fýrvek ikki verður selt grundað á aldur, so er hetta ein goymsluspurningur og ikki ein spurningur um lokadagin á fýrverki, tí ein slíkur finst ikki í dag. Handilsvinnufelagið mælir tí til, at ásetingin í § 5, stk. 1, nr. 6 verður strikað.


Málslig krøv til kunning og merking
Uppskotið leggur harafturat upp til, at merking av fýrverki skal vera á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum. Sannleikin í dag er tann, at flest øll ung eru líka stinn um ikki stinnari í enskum enn í donskum og kanska serliga í mun til norskt og svenskt.


Fyri eisini at framtíðartryggja, at kunngerðin er samtíðarhóskandi mælir Handilsvinnufelagið til, at enskt verður tikið við í teimum málum, sum merkingin kann skrivast á. Hetta eisini tí, at ásetingin í stóran mun avmarkar innflytarar í at innflyta fýrverk frá londum, ið brúka enskt í merkingini av fýrverki, sum eisini er eitt brúkt mál í handilsvinnuni sum heild.


Søla av fýrverki
Í mun til søludagar av fýrverki leggur uppskotið upp til, at søla av brúkarafýrverki bert kann vera í tíðarskeiðinum 28. desember til og við 31. desember. Hetta er ein stytting við einum degi í mun til tað sum er galdandi í dag. Hetta merkir, at seljari av fýrverki hevur fýra dagar og í summum førum tríggjar dagar at selja brúkarafýrverk, um ein av hesum døgum fellur á ein sunnudag. Tað eru í uppskotinum greiðar ásetingar fyri, nær fýrverk kann verða brúkt uttan loyvi og tí kann hetta ikki verða grundgevning fyri styttingini.


Handilsvinnufelagið veit tí ikki hvat endamálið er við at stytta dagarnar har møguleiki er fyri at selja fýrverk. Um støði verður tikið í Danmark, sum kunngerðin í stóran mun lenar seg uppat, so er fýrverkssøla loyvd frá 15. desember til og við 31. desember, samstundis sum tað eisini eru greiðar reglur fyri nær brúk av fýrverki er loyvt. Handilsvinnufelagið mælir tí til, at tíðarskeiði har søla av fýrverki uttan serligt loyvi er loyvd, verður longd.

Vinarliga

Handilsvinnufelagið

Alvi Hjelm
Ráðgevi