Viðmerking til broytingar í ferðslulógini
Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar frá Fiskivinnu- og samferðsluráðnum lógaruppskot um broytingar í ferðslulógini.
Ferðavinnufelagið vil hervið nýta høvið at koma við sjónarmiði og uppskoti til lógaruppskotið og hevur hesar ítøkiligar viðmerkingar til:
- Grein 60 b. – Bannað at nýta onnur lítil motordrivin akfør á øki, sum ferðslulógin fevnir um
- Almennar viðmerkingar 1.1.6. Seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, sum ferðsulógn fevnir um
Í almennu viðmerkingunum stendur um orsøkina til uppskotið um at forbjóða nýtslu av el-rennihjólum:
“Samansetingin av einum vegakervi við sera fáum súkklubreytum og einum óstøðugum akfari við høgari ferð er orsøkin til, at skotið verður upp at forbjóða nýtslu av el-rennihjólum. Manglandi kunnleiki og manglandi frálæra um grundleggjandi ferðslureglur og ferðslutrygd, samanhildið við manglandi trygd og vernd, umframt manglandi kunnleika til vandar, sum kunnu standast av nýtslu av el-rennihjólinum, er ræðandi.”
Loysnir heldur enn forboð
Uppskotið leggur upp til, at bann verður sett fyri at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin fevnir um. Ferðavinnufelagið heldur, at tað er neyðugt at leggja dent á loysnir, heldur enn at seta forboð.
Er orsøkin samansetingin av einum vegakervi við sera fáum súkklubreytum, so kann loysnin vera at fleiri súkklubreytir verða gjørdar. Er orsøkin manglandi kunnleiki og manglandi frálæra um grundleggjandi ferðslureglar og ferðslutrygd, og aðra manglandi kunnleika sum verður nevnd, so kann loysnin vera kunningarátøk, sum skulu upplýsa brúkarum og bilførararum um reglarnar og trygdina við at brúka el-rennihjól.
Ein loysn er at gera reguleringar fyri nýtslu av el-rennihjólum, eins og í Íslandi, London og Danmark, fyri at nevna nøkur. Her síggjast nakrar av loysnunum, og sum kunnu verða brúktar sum íblástur til eina loysn í Føroyum:
- Fleiri súkklubreytir: Fleiri súkklubreytir fyri at fáa eitt tryggari vegakervi
- El-rennihjól, sum eru til leigu, eru loyvd: Einans el-rennihjól, sum kunnu leigast frá útleigara, eru loyvd á økjum, sum ferðslulógin fevnir um. Privat el-rennihjól eru bannað á økjum, sum ferðslulógin fevnir um
- Krav til trygging: Útleigari skal tekna ábyrgdartrygging, sum fevnir um møguligar skaðar
- Krav til hjálm: Krav at brúka súkkluhjálm. Tað kostar 1.500 í bót uttan hjálm
- Aldursmark: Aldursmark á 15 ár. Tey undir 15 ár skulu fylgjast við vaksnum
- Hámarksferð: Hámarksferð á 20 km/t.
- Í mesta lagi ein persónur: Tað skal í mesta lagi vera ein persónur á rennihjólinum
- Krav til ljós: Ljós skal vera bæði framman og aftan alt døgnið.
- Krav til tekin: Tekin skulu gevast við snaring og steðgi.
- Kunningarátøk: Kunningarátøk sum upplýsa bæði brúkarar og bilførarar um reglarnar og trygdina við at brúka el-rennihjól.
Við hesum ber til at menna eina ábyrgdarfulla skipan til nýtslu av el-rennihjólum í Føroyum. Tað er neyðugt at hyggja fram í tíð og gera eina ætlan til eina loysn. Eina loysn, sum er við til at fremja flytføri og innovatión, samstundir sum at trygdin verður varðveitt.
Vinarliga
FERÐAVINNUFELAGIÐ
Bára Gunnarsdóttir