Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at geva ummæli til uppkotið.
Felagið tekur undir við uppskotinum, at reglurnar at framleiða, hagreiða ella virka, viðgera og goyma matvørur o.a. verða dagførdar, og at tey, sum eru fevnd av kunngerðini, fáa greiðari lógarkarmar at virka undir.
Tó heldur felagið tað samstundis verða neyðugt at taka atlit til skipanina við Heimablídni, nú tá krøvini til fyri høli, har matvøra er, verður framleidd, hagreidd ella virka, viðgjørd, goymd o.tíl verða herd, uttan at tað fevnir um Heimablídni.
Tíverri kemur tað fyri, at Heimablídni verður misbrúkt, og dømir eru um ólógligt virksemi. Tað hevur vundið upp á seg, at alt fleiri selja mat heimanífrá og fleiri eru farin at selja eitt nú køkur, vaflur, pitsur, matpakkar og gera matveiting til tiltøk og mangt annað, uttan at verða fevnd av Heimablídni ella verða løggild.
Ferðavinnufelagið mælir tí til, at fyri at verja tað góðkenda/løggilda virksemið, er tað neyðugt at skipanina við Heimablídni verður endurskoðað. Tey ið fara undir matvøruvirksemi skulu skrásetast og útvega sær loyvir. Hetta verður við til at tryggja eina javnari og rættvísari kapping. Matstovuvinnan stríðist fyri at yvirliva, tí er tað umráðandi at henda vinnan ikki eisini skal kappast við ólógligt Heimablídni.