Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki viðmerkingar til uppskotnu broytingarnar. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil tó vísa á, at tað er týdningarmikið at føroyska vinnan, sum avleiðing av at føroysku myndugleikarnir í mótsetning til ES-útflutningssanskjónir aðrastanis hava valt at brúka ein positiv-lista í samband útflutning av vørum (og harvið bannað øllum øðrum vørum), ikki verður harðari rakt enn vinnan í londunum kring okkum. Hartil eigur positivlistin at verða skjótt dagførdur um tað vísir seg, at vøru-nr. sum ikki eru útflutningsbannaði í londunum kring okkum, mangla á positiv-listanum.