Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri aliloyvi (hækkað loyvisgjald)

Hoyringssvar frá Havbúnaðarfelagnum

09. desember. 2024 | Hoyringssvar

Les uppskotið her. 

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um broyting um gjøld fyri aliloyvi (hækkað loyvisgjald), um at hækkað gjaldið fyri umsiting av aliloyvum frá 12.000 kr. til 50.000 kr. árliga.


Manglandi ítøkilig uppgerð av kostnaðum og inntøkum
Felagið metir, at ein so markant hækkan í gjaldinum krevur eina greiða og ítøkiliga uppgerð av kostnaðum og inntøkum í samband við umsitingina av aliloyvunum.


Havbúnaðarfelagið hevur søkt um innlit í málið, har víst verður til, at normeringin á aliumsitingini hevur verið tann sama síðani 2012, og at lønarreguleringar og økt arbeiðsbyrða hava ført til hægri útreiðslur. Tó verður ikki víst á, hvussu hesar útreiðslur samsvara við eina hækkan frá 12.000 kr. til 50.000 kr árliga.


Felagið heldur at ein útgreinað kostnaðaruppgerð eigur at verða gjørd, sum grundgevur fyri ásettu upphæddini. Hetta er neyðugt fyri at tryggja eina sakliga og rættvísa upphædd. Gjøld í verða ásett í kunngerð fyri avgreiðslur í sambandi við myndugleikaútinnan, skulu verða ásett soleiðis, at tey ikki eru hægri enn útreiðslurnar av umsitingini eru.


Betri lýsing av uppskotinum
Hartil sóknast Havbúnaðarfelagið greiðari lýsing av uppskotinum. Eitt nú kunning um hvørji aliloyvir uppskotið fevnir um, og hvussu nógv aliloyvir hetta gjaldið fevnir. Í alivinnuni eru ymisk aliloyvi til ymiskt virksemi. Her kann talan vera um sjógvaliloyvi til aling av laksi í sjónum, men eisini loyvi at ala smolt uppi á landi, loyvi til at ala lívfisk, hjálparfisk (t.d. rognkelsi) og hartil taraaliloyvi v.m. Tískil er umráðandi at tað verður greitt lýst um uppskotið er galdandi fyri øll loyvir, eins og nýgg ali- og royndarloyvir.


Vegna
Havbúnaðarfelagið


Øssur M. Dalbúð