Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld til innkrevjing av falnari skuld til landskassan

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

07. februar. 2025 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld til innkrevjing av falnari skuld til landskassan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur niðanfyristandandi viðmerkingar til uppskotið.


Útrokningargrundarlag
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera gott, at eitt útrokningargrundarlag er gjørt sum fyrireiking til kunngerðarbroytingina, so tað kann tryggjast, at rykkjaragjaldið í øllum førum ikki er hægri enn veruligi kostnaðurin av virkseminum. Tó tykist tað ikki rímuligt at írokna kostnaðin av pantifútanum við í útrokningargrundarlagið fyri teir rykkjarar, har pantifútin ongantíð kemur uppí málið. Um tað er neyðugt at hava tvey ársverk til at innkrevja falna skuld, dugir Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki at meta um.


Hækkandi gjøld
At enda skal vìsast á, at hækkingin frá 30 krónum til 100 krónur pr. rykkjara er ein stór prosentvís hækking, og er hetta bert eitt av fleiri almennum gjøldum, sum eru hækkað seinastu tíðina.