Uppskot til Kunngerð um broyting í kunngerð um um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur o.tíl. uttanfyri avgreiðslutíð

Hoyringarsvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

07. februar. 2025 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja kunngerð um broyting í kunngerð um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur o. tíl. uttanfyri avgreiðslutíð.


Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur niðanfyristandandi viðmerkingar til kunngerðina.


Hækkandi gjøld
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað í fyrsta umfari vera eitt framstig, at eitt útrokningargrundarlag er gjørt sum fyrireiking til kunngerðarbroytingina.


Tó varð Kunngerð um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur o.tíl. uttanfyri avgreiðslutíð seinast broytt tann 19. apríl 2023 úr 350 krónum upp í 450 krónur, og hækkar so aftur nú til 600 kr. Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, hvør orsøkin er til at gjaldið verður hækkað so tíðum og nógv innanfyri eitt stutt tíðarskeið.


Hækking av hesum tænastugjaldinum er tað seinasta í eini røð av almennum hækkingum av gjøldum, sum vinnufyritøkur skulu rinda.


Uttanfyri avgreiðslutíð
Ikki altíð er møguligt hjá føroyskum fyritøkum at leggja soleiðis til rættis, at tað ber til at tollavgreiða í vanligari avgreiðslutíð.

Tá talan er um skip og flogfør, er rutan tíðum so, at hesi koma uttanfyri avgreiðslutíð.

Les uppskotið her