Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 108 frá 25. juni 2021

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

17. januar. 2025 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 108 frá 25. juni 2021.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til sjálvt uppskotið. Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at samstarvsráðini verða viðvirkandi til, at samstarvið millum Fróðskaparsetrið og vinnuna verða styrkt, og vil samstundis vísa á, at vinnan sum áhugapartur eigur at verða umboðað í samstarvsráðunum, har tað er viðkomandi.