Uppskot til kunngerð um broyttan linkingarhátt

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag 31. juli. 2024 | Hoyringssvar

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til kunngerð um broyttan linkingarhátt.

Felagið hevur ongar viðmerkingar til ætlanirnar um at broyta linkingarhátt frá exemption til kredit.

Tó hevur tað stóran týdning áhaldandi at vísa afturhaldni í almennu útreiðslunum, so tað ber til at lækka føroyska skattatrýstið.

Á henda hátt gerst Føroyar meira kappingarført, tá fólk og fyritøkur skulu avgera, hvørjum landi tey skulu búseta/staðseta seg og virka í.

Les uppskotið her